Pól Jóhannus á vøllin fyri AaB

So kom Pól Jóhannus Justinussen á vøllin fyri besta liðið hjá AaB, sum vitjaði í Sønderjyske. Úrslitið gjørdist eitt stórtap upp á 5-0.

 

Pól Jóhannus Justinussen hevur í dag spælt sínar fyrstu minuttir fyri besta liðið hjá AaB í seinasta umfarinum. Hann kom á vøllin í 82. minutti fyri Anders Due. Støðan var longu 5-0 til Sønderjyske tá føroyski landsliðsleikarin kom á vøllin.

 

Úrslitið hevur stórar avleiðingar fyri AaB, sum misti sætta plássið til júst Sønderjyske. Sætta plássið gevur Sønderjyske ein eyka heimadyst komandi kappingarár. Í Danmark eru tólv lið í bestu deildini og tey spæla tríggjar ferðir ímóti hvørjum øðrum.

 

Donsk bløð siga at ósigurin kann kostað AaB upp til eina millión krónur.

 

René Shaki Joensen sat á bonkinum allan dystin, tá Brøndby tapti 1-0 fyri Lyngby.