Pál skal ganga í føroysku fjøllunum

Sambært www.svimjing.com, fer Pál Joensen at venja í føroysku fjøllunum, tá hann kemur aftur til Føroya.
Hann skal venja eina ferð um dagin í hylinum, og fyri at styrkja beinini, fer hann drúgvar gongutúrar í fjøllunum.
Alexander Dale Oen, norskur evropameistari í 100 metra bringusvimjing, hevur eisini nýtt hendan venjingarháttin.