Páll Fangi aftur bestur

Størsti róðurin í dag var tann millum 6-mannaførini við monnum, og eins og á Norðoyastevnu var aftur hesa ferð talan um tætta kapping.

Páll Fangi fekk besta startin, og klaksvíkingar vóru fyrstir á mál. Men tað var ikki uttan kapping.

Á Norðaoyastevnu vóru tað Tvørabáturin og Riddarin, sum vóru fremstu avbjóðararnir. Í dag var tað Smyril úr Vági, sum kom næstur á mál.

Smyril legði bæði Tvørabátin og Riddaran væl aftur um seg, men Smyril megnaði einki at gera við Páll Fanga, sum var sannførandi í endaspurtinum.

At úrslitini eru tørnað soleiðis út, sum tey eru tað tvær tær fyrstu ferðirnar í ár, ber við sær, at Páll Fangi nú er trý stig frammanfyri Tvørabátin, sum er fremsti avbjóðarin í FM kappingini.

 

1 Páll Fangi 07:45.02

2 Smyril 07:46.15

3 Tvørabáturin 07:48.24

4 Riddarin 07:50.01

5 Skúgvur 07:58.05

6 Strálan 07:58.12

7 Lómur 08:06.13

8 Hósvíkingur 08:11.24

9 Jarnbardur 08:19.24

10 Herningur 08:24.01

 

1 Páll Fangi 14

2 Tvørabáturin 11

3 Smyril 10

4 Riddarin 9

5 Strálan 5

6 Skúgvur 5

7 Hósvíkingur 1

8 Lómur 1

9 Gongurólvur 0

10 Jarnbardur 0

11 Herningur 0