Ársins Planet Awards bjóðar eisini vælumtóktan føroyskan tónleik, og á palli 27. desember verða millum onnur Páll Finnur Páll. Umframt danska popptónleikaran René Dif, verða eisini fleiri av teimum bestu nøvnunum innan føroyskan tónleik. Jógvan Hansen kemur til Føroya úr Íslandi, og við einari spennandi nýggjari íslendskari/føroyskari fløgu, fer hann at framføra fyri teimum luttakandi og teimum, sum lurta kring landið.
Brandur Enni, sum veruliga hevur gjørt um seg í millum anað Svøríki seinasta árið, fer eisini at koma til Føroya og framføra í REX.
Eitt av teimum størstu føroysku tónleikanøvnunum í hesum døgum er allarhelst Páll Finnur Páll, sum eisini kalla seg fyri ein LIVE bólk.
-Vit gleða okkum at framføra til Planet Awards, og kanska tað høgtvirda dómarapanelið fer at geva okkum onkrar heiðursløn, sigur Finnur Jensen, ein av oddamonnunum í bólkinum.
Við nýggjast fløguútgávuni hjá Páll Finnur Páll ?Du ved, at gjørt er gjørt?, kann væntast eitt ordans brak frá teimum, har tey stuttligu, syrgiligu og fúlu løgini verða framførd.
Tey bestu skulu finnast
Føroyski tónleikaheimurin er nærmast eksloderaður seinastu árini. Við eini ørgrynnu av fløguútgávum hvørt ár, og fleiri nýggjum bólkum, verður tað ikki serstakliga lætt hjá dómarapanelinum at kjósa tey bestu innan føroyskan tónleik.
Kortini verður ein roynd gjørd, og 27. Desember í ár verða tey bestu funnin og heiðraði í REX
Atgongumerki kunnu keypast í Miðlahúsinum í Vágsbotni, ella við at senda teldupost til [email protected] og skriva navn, aldur og bústað, og síðani verða atgongumerkini send til keyparan.