Páll: Kundi ikki siga "noy" til eina spennandi avbjóðing

(FM1) Hoyr Páll A. Klettskarð greiða frá hví hann hevur valt Breno í fimtbestu italsku fótbóltsdeildini

Tað er nú greitt, at Páll A. Klettskarð skiftir til italskan fótbólt. Hann skal spæla við Breno í 5. bestu deildini í Italia. Hetta veit Norðlýsið at siga. Sáttmálin er galdandi í eitt kappingarár, sum er fram til mai 2019.

 

Í samrøðu við FM1 greiðir Páll A. Klettskarð, at talan er um eina ov spennandi avbjóðing at siga "Noy" til. Tað er ein italskur fótbóltsumboðsmaður, ið hevur sett Páll í samband við Breno, ið manglar ein Centreforward til liðið hjá sær.

 

Um tað gongur væl, og lið sum liggja hægri í italska ligakervinum vísa áhuga fyri Pálli A. Klettskarð, so avvísir Páll ikki, at tað kann gerast talan um eitt longri tíðarskeið í italskum fótbólti.

 

Fyri Páll hevði tað sera stóran týdning at skora fyri KÍ á heimavølli í dag, tá KÍ vann 3-1 á Suðringum. Páll skoraði til 3-1.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna FM1 hevði við Páll A. Klettskarð.