Páll var sostatt borin í heim á hásumri í 1945, árið tá annar heimsbardagi endaði, og Evropa fór undir endurreisnina eftir oyðingarnar í krígnum. Hóast onkrum stíg inn ímillum ber til at siga, at støðugur framburður hevur eisini merkt lívið her á oyggjunum til henda dag. Vissiliga er nógv broytt frá dreingjaárunum hjá Pálli í heimbygdini, tá kúgvin, báturin, onkur hissini seyður, nakrar tímalønir, tá væl vildi til, onkur túrur til skips í summarhálvuni, vóru álitið undir føroyska húsarhaldinum á bygd. Kaldbak, nú næsta grannabygd hjá høvuðstaðnum og partur av Tórshavnar kommunu, lá avbyrgd líka til seinast í 70-árunum, tá vegurin kom. Sambandið við hinar Føroyar og Havnina var sjóvegis. Tað tók ein túr við mjólkarbátinum ella við opnum báti yvir á Hvítanes at koma til Havnar. Tað vóru treytirnar so nýliga sum í ungdómsárum okkara, sum nú hóast alt bert eru seksti og eldri. Foreldrini hjá Pálli vóru Herborg (f. Vang) úr Kaldbak og Ingvard Petersen úr Fuglafirði. Tey bæði fingu 10 børn, sum heldur ikki var óvanligt tá. Av teimum komu níggju undan. Umframt Páll vóru dreingirnir Hans(imann, farin), Frank, Agnar og Torkil. Genturnar eru Fanny, Sonja, Ingibjørg og Ruth. Páll gekk í skúla í Kaldbak til 14 ára aldur. Síðan – sum so mangir aðrir kaldbaksmenn - niðan á Oyggjarvegin at arbeiða, tá Radarstøðin í Mjørkadali varð bygd fyri umleið fimti árum síðan. Páll slapp í læru sum bygningssnikkari hjá Ólavi Højgaard í Havn. Tað var tá, hann møtti Jóruni Thomsen, dóttur Hans(imann) úr Skemmuni í Porkeri og Onnu Sofíu (f. Tausen) úr Hovi. Tey áttu, umframt Jóruna, børnini, Eivind (farin), Anniku, Niels, Ásgerð og Heðin.
Páll og Jórun blivu gift blaðung í 1963 og settu búgv í egnum húsum yviri við Strond. Framúr ágrýtin arbeiddu tey bæði saman í kjallaranum heima við hús við at smíða køkar, eftir at Páll hevði arbeitt úti sum snikkari um dagin. Tey bæði hava alt lívið verið eitt framúr gott toymi, hava stuðlað hvørt øðrum væl og sett sær høg mál. Tey høvdu felags lívsvirði, fast stavnhald í lívinum, settu álitið á Gud og høvdu sítt andaliga heim í Ebenezer frá tí fyrsta saman við familjunum í bæði borð. Signingarnar komu ein fyri og onnur eftir. Børnini eru fýra, Gudný, Eyðgerð, Heri og Ingi.
Ein handverkari er útsettur fyri arbeiðsskaða, og Páll er ikki sloppin undan. Fleiri ferðir hevur heilsan verið fyri bakkasti. So veldst um mannin: antin hann setur seg hendur í favn, sum viðhvørt ikki slepst undan, ella hann tekur upp annan tátt, tá tað ber til. Fyrstu ferð, Páll fekk varandi mein í ryggin, fór hann at læra til tekniskan atstøðing og fekk síðan starv sum kommunalur húsavørður og metingarmaður. Páll varð í 1984 valdur limur í Tórshavnar býráð á lista fólkafloksins. Hann sat sum býráðslimur her í høvuðstaðnum í fýra setur fram til 2000 og síðan sum varamaður eitt býráðsskeið. Páll er fyritaksamur maður, so fast starv hevði kanska ikki nóg nógvar avbjóðingar í sær. Hann fór tí mitt í 80-árunum undir tað, sum uttan iva hevði verðið hansara lívsverk, nevniliga at gera stásiligan bygning úti í Mykinesgøtu til maskinsnikkaravirki. Men soleiðis skuldi ikki ganga. Ikki heilt, men næstan. Tann stóra kreppan gjørdi vart við seg, eftirspurningurin á øllum tænastum minkaði skjótt. Fyri at sleppa undan tí vanlukku, sum tá legsaði eitt virki niður fyri og annað eftir, lutaðu Páll og Jórum bygningin sundur og raktu beint á helst ta einastu loysn, sum bjargaði støðuni. Niðara hædd í húsinum varð í mong ár brúkt sum vaskari, og nú seinni árini sum reprovirki og prentsmiðja.
Fyri Páll og Jóruna spurdist burtur úr tann virkisætlanin, sum føroyingar flestir hava hoyrt um, kenna av góðum royndum og hava upplivað mangar minniligar løtur, nevniliga Pálsstova, har sum brúdleyp, føðingardagar, veitslur og ikki minst ervi verða hildin.
At Páll er treystur, sást eina best, eftir at hann til arbeiðis uttan fyri Pálsstovu datt úr stiga og niður í túnið og breyt fleiri geislar. Heldur ikki hesaferð fall hann í fátt. Eftir fleiri skurðviðgerðir og høkjur í fleiri mánaðir hevur hann vunnið sær førleikan aftur. So væl hevur hildnast, at Páll og Jórun hava bæði keypt niðara part av húsinum aftur og nýliga selt alt húsið til nýggjan eigara, P/f Prenta (Sjónband) hjá Tróndi Joensen, sum tey avtalaðu við at reka Pálsstovu sum veitsluhøll eina tíð fram. Fyritaksom fólk eru tey eisini uttan fyri familjufyritøkuna, nú saman við næsta ættarliði, tí tey eru partaeigarar í lemmavirkinum í Vági, har Páll er formaður í nevndini. Føðibygdin dró. Longu fyrst í 80inum gjørdu tey bæði av at flyta aftur í gamla barnaheimið á Smið í Kaldbak, sum mest hevði verðið leigað út ella staðið tómt, eftir at foreldrini fluttu til Havnar at búgva aftan á børnunum í 60-árunum. Nú fæst Páll við seyð, bát og neyst í heimbygdini. At Páll og Jórun eru ríkliga signað, sæst ikki minst av kærleika teirra til børnini og øvugt. Samanhald og kærleiki breiða seg sum ringar í vatni. Riðilin av abba- og ommubørnum er fjølgaður heilt upp í 18 tilsamans. Øll kenna seg tætt knýtt at abba og ommu. Eisini eru tvey langabbabørn komin. Tað er ikki hissini, tá langabbin bert er 65 ára gamal. Men Páll var bert 17, tá hann varð pápi og bert 37, tá hann varð abbi fyrstu ferð. Vit fara at heilsa Pálli á Smið og bestu konu, hann kundi fingið, Jóruni, hjartaliga tillukku við 65 ára merkisdegnum og vænta at síggja tey bæði, fjølmentu familju teirra og nógvum vinfólkum úti í Pálsstovu leygardagin, har øll eru hjartaliga vælkomin tímarnar millum kl. 11 og 16. Vinfólk