Pólland skrivar undir

Embætismenn hjá polska forsetanum, Lech Kaczynski, siga, at forsetin fer at skriva undir Lissabon-sáttmálan sunnudagin. Polski forsetin er ikki ES-fjeppari, men fyrr í ár segði hann, at hann fór at skriva undir Lissabon-sáttmálan, um sáttmálin fekk undirtøku á fólkaatkvøðuni í Írlandi. Tað fekk hann, og tí fer Lech Kaczynski at skriva undir sunnudagin. Tá hann hevur sett sítt navn á skjalið, er tað bara kekkiski forsetin, Vaclac Klaus, sum er eftir. Men hann hevur sagt, at hann skrivar ikki undir, fyrr enn greiði er fingin á, um Lissabon-sáttmálin er í andsøgn við kekkisku grundlógina. Tað verður nú kunnað.