Flestu av póllendingunum, sum vórðu bjargaðir av seglbátinum, Rzeszowiak, týsdagin, eru farnir aftur til Póllands.
Tó eru enn tríggir av manningini eftir í Føroyum. Talan er um skiparan og ein av manningini, umframt stýrimannin, sum varð innlagdur við brákaðum rivjabeinum týsdagin.
Hann liggur framvegis á Landssjúkrahúsinum, men hevur tað sum skilst betur. Tó er ikki heilt greitt enn, nær hann verður útskrivaður.
Skiparin og tann eini av manningini eru somuleiðis í Føroyum, og búgva framvegis á Hotel Føroyum.