Danmark hevur fingið nógvar atfinningar fyri ofta at isolera varðhaldsfangar. Isolasjón verður javnmett við tortur. Fleiri lond brúka als ikki at isolera varðhaldsfangar.
Men í danska ríkinum, í Danmark, Føroyum og Grønlandi, verður hildið fram við at isolera varðhaldsfangar.
Í Danmark eru kortini fastar reglur fyri, hvussu leingi ein fangi kann sita í isolasjón, men í Føroyum er einki mark. Ein fangi kann sita í ioslasjón, so leingi sum rætturin gevur loyvi til tað.
Grundgevingin fyri at isolera er, at fangin ikki skal hava møguleikan at tosa við onnur og harvið ávirka uppkláringararbeiðið. Hetta verður ofta gjørt í rúsevnismálum.
Hvussu illa isolering fer við fólki, kom týðiliga fram í BMW-málinum, sum eitt nevningating í hesum døgum viðger.
Óla Jákup Kristoffersen, verji hjá øðrum litaviska manninum las týsdagin upp úr eini læknaváttan um mannin, sum Óla Jákup Kristoffersen er verji hjá.
Teir báðir litavarnir vórðu handtiknir 13. november í fjør og dagin eftir isoleraðir.
28. januar í ár høvdu teir sitið í isolasjón í í næstan ellivu vikur.
Sera illa fyri
Tá varð lækni kallaður til annan mannin, sum hevði tað ringt.
- Hansara sálarliga støða er vánalig. Tað er løgið, at hann ikki hevur biðið um hjálp, skrivaði læknin.
Maðurin var hugtungur, og eftir hálvum triðja mánaði fór hann 16 kilo aftur, tí hann át ikki. Hann hevði hallosinasjónir og byrjandi psykosu. Læknin gav honum viðgerð móti tunglyndi. Maðurin hevur ongantíð verið heilivágsmisbrúkari.
Hóast læknin skrivaði hetta 28. januar, varð maðurin ikki tikin úr isolasjónini fyrr enn 23. februar, næstan ein mánað seinni.
So skjótt sum maðurin slapp úr isolasjónini, byrjaði hann at koma fyri seg aftur. Tað gjørdi mun at kunna síggja onnur fólk enn bara advokat sín og tey, sum bóru honum mat. Hann luttók í undirvísingini, sum fangarnir fáa, og lærdi tá eitt sindur av enskum. Hann fór eisini at eta aftur.
Fyrireikaði mannin
Jógvan Páll Lassen, verji hjá hinum litavanum, talaði eisini at, at menninir høvdu sitið so leingi isoleraðir.
- Hann var púra skelkaður. Eg fyrireikaði mannin uppá, at hann kundi koma at sita leingi í isolasjón, og at alt fór at verða brúkt ímóti honum. Eg segði honum eisini, at hann kundi fara at verða avlurtaður, tí eg visti ikki, hvussu langt politiið fór, segði Jógvan Páll Lassen í rættinum.
Hann hevði mælt manninum til at gera okkurt, arbeiða styrkivenja fyri ikki at bukka undir, og tað hevði hjálpt manninum.