-Pínimarkið fyri sparingum er nátt

Tað heldur Hans Pauli Strøm, nú deyðssjúk og ússalig fólk ikki longur fáa náttarhjálp. -Pínimarkið fyri sparingum á almannaøkinum er væl og virðiliga nátt, sigur hann.

Tað fellur ikki á góða jørð hjá tingmanninum fyri Javnaðarflokkin, Hans Paula Strøm, at Heimatænastan nú skal spara burtur ymsar tænastur, eitt nú náttarvaktina.

-Hetta kemur sum eitt sjok. Eg visti ikki av, at so ógvusligar sparingar skuldi gerast innan Heimatænastuna, sigur Hans Pauli Strøm við Rás2.

Hann sigur, at Javnaðarflokkurin hevur fleiri mál, sum landsstýriskvinnan í Almannamálum má svara fyri.

-Vit mugu taka eitt prát við Rósu Samuelsen, tí slíkar tænastur sum náttarvakt til ússalig fólk, kann ikki sparast burtur, sigur Hans Pauli Strøm.