Á fundi á Lágargarði mánakvøldið vóru avvarðandi hjá búfólkunum á stovninum kunnað um, hvørjar avleiðingar tað fer at hava, nú stovnurin hevur fingið álagt at fremja umfatandi sparingar. Tey okkurt um hálvthundrað fólkini, ið vóru á fundinum, fingu ein skelk, tá ið tey frættu, at sparingarnar fara at hava við sær, at teirra kæru nú millum annað noyðast at liggja longri í songini, soleiðis at vandin fyri liggisárum og lungnasjúkum veksur.
Ógvuliga kensluborið
Ein av teimum avvarðandi er Elin Reinert Planck, hvørs pápi er búfólk á Lágargarði. Elin situr eisini í búfólkaráðnum á stovninum, og hon dylur ikki fyri, at tað er ógvuliga kensluborið at frætta um sparingarnar.
- Sum avvarðandi avlevera vit okkara allarkærastu á Lágargarð, og vit halda so, at tey fáa tað røkt og umsorgan, ið tey hava tørv á, men vit gerast klókari. Pápi mín fær ikki neyðugu røktina, og tað kenst ógvuliga svárt, tí hann hevur verið virkin alt sítt lív, men nú hevur hann brúk fyri, at onkur tekur hond um seg, sigur Elin Reinert Planck.
Hon leggur afturat, at starvsfólkið á Lágargarði ger alt tað, ið tey eru ment, so at búfólkið skal hava tað so gott sum gjørligt, men tað er avmarkað, hvussu skjótt tey kunnu renna.
- Fólkini, ið starvast innan eldrarøktina gera eitt veldugt arbeiði, men tey verða niðkoyrd av arbeiði, sigur Elin Reinert Planck.
Veikur bólkur
Sjálv heldur Elin Reinert Planck, at eldraøki er eitt øki, sum er lætt at fremja sparingar á, tí talan er um ein bólk, ið fyri ein stóran part einki talirør hevur, sum kann fara út og gera vart við teirra sjónarmið. Hon heldur eisini, at øki heldur ikki er serliga sjónligt, og nógv av fólkunum, ið verða rakt av sparingunum eru hjálparsleys og fáa ikki kært sína neyð.
Elin Reinert Planck heldur, at minstakravið hjá teimum gomlu á Lágargarði má verða, at tey fáa eitt virðiligt lív á ellisárum, uttan at tað noyðist at verða nakað luksuslív.
- Tíverri tykist tað ikki verða tíð til hetta í løtuni, og tey gomlu verða svikin. Eg haldi, at tað er umráðandi at fokus verður sett á hetta øki, tí fólk flest vita ikki so nógv um hetta øki, sigur Elin Reinert Planck.
Gevur bakslag
Elin Reinert Planck heldur eisini, at talan er um ógvuliga stuttskygdar sparingar, sum ivaleyst fara at geva bakslag innan stutta tíð.
- Minni tíð verður til at verða um tey gomlu, og hetta fer at hava ávísar avleiðingar, so sum fleiri liggisár, størri vandi fyri lungnasjúkum og meiri. Hetta fer at kosta á øðrum økjum, og tí vænti eg, at sparingarnar bíta seg sjálvan í halan, sigur Elin Reinert Planck.
Hon heldur eisini, at støðugu spariingarnar innan eldraøkið fara at hava við sær, at áhugin fyri at starvast innan hetta øki fer at minka, tí arbeiðsbyrðurnar eru so stórar, og starvsfólkini verða niðurslitin.
Spurd um búfólkaráðið fer at fremja nøkur tiltøk fyri at gera vart við sína ónøgd við sparingarnar, sigur Elin Reinert Planck.
- Vit bíða fyrst eftir, at stýrið fyri Lágargarð fer at hava fund seinnapartin í dag(mánadagin), soleiðis at vit vita, hvat stýrið ætlar sær at gera, sigur Elin Reinert Planck at enda.