Pápi okkara er farin

Hans Edvard Høghamar

<B STRONG er< farin okkara normal"$?$end$!$Pápi>Pápi okkara farin er,
ringt tað er at skilja,
eftir vit nú sita her,
ei skilja Faðirs vilja.
Harri ver tú okkum hjá,
til vit pápa aftur sjá.
 
Pápi okkara góður var,
var trúfastur sum fáur,
ei hann spurdi hvør og hvar,
øllum gav hann gávur.
Svárt tað er at missa teg,
ei vit skilja Harrans veg.
 
Inn til okkum sorgin kom,
tað neit so fast í hjartað,
alt var so óskiljandi,
hendan morgun svarta.
Lív mítt fór ein annan veg,
pápi mín eg elski teg.
 
Pápi og mamma vóru eitt,
annað kann ei fara,
tey hvønn annan hava leitt,
gjøgnum lívið harða.
Eftir situr mamma nú,
pápi í himli festi búð.
 
Gráturin seg treingir á,
kemur sum ein alda.
Harrin hjálpa okkum má
her vit ikki valda.
Í hjarta føldist sorg so stór,
tá pápi heim til Harran fór.
 
                                                                                        A.H.