IRF og Tórshavnar kommuna eru í samráðingum um at byggja eina felags brennistøð. Ætlanin er, at hon skal staðsetast á Hjalla í Havn, og sostatt kann hon vera grundarlag undir útbyggingini av fjarhitaskipanina í Havnini.
Men semja er ikki í býráðnum í Havn, um Kommunala Brennistøðin skal leggja saman við IRF, ella um tað skulu vera tvær ymiskar brennistøðir í landinum. Nakrir býráðslimir hava sagt seg ikki taka undir við ætlanini, og teir ynskja ístaðin, at Havnin eisini í framtíðini skal hava sína egnu brennistøð.
– Eg haldi ikki, at vit skulu gera dupultar íløgur, tá ið tað ikki er neyðugt. Um Havnin skal gera sína egnu brennistøð, fer tað at kosta skattgjaldaranum í Havn hálva milliard. Eg haldi, at tað er skeivt at skuldarbinda okkum fyri hálva milliard. Hetta er ein so stór íløga, at pláss verður ikki fyri so nógvum øðrum íløgum, sum vit eisini kundu ynskt vórðu framdar, sigur Annika Olsen.
Skulu hava ávirkan
Borgarstjórin er jalig til ætlanirnar um eina brennistøð, men tó ikki fyri einhvønn prís.
– Vit hava gott samstarv við IRF, og herfyri samdust vit um felags tyrvingarøki í Kvívíkshaganum. Um vit skulu leggja saman, hevur tað nógv at siga, hvussu nevndin verður samansett, og hvørja ávirkan vit fáa, sigur Annika Olsen.
Fyri Havnar kommunu heldur hon, at tað er týðandi at tryggja, at tænastustøði verður minst eins gott sum tað er í dag, og at Havnar kommuna eisini fær neyðugu ávirkanina. Ein av stóru knútunum er júst, hvussu nógv umboð Tórshavnar kommuna skal hava í nevndini í mun til tær 28 kommunurnar í IRF. Uppskotið er at hava eina sjeymannanevnd, har verandi IRF-kommunur fáa seks umboð, meðan Tórshavnar kommuna fær eitt umboð.
– Vit eru ikki komin á mál enn, og spurningurin um meirilutan er nakað, sum vit mugu fáa semju um. Vit mugu ansa eftir, hvat vit gera her. Skipanin hjá SEV liggur í bakhøvdinum, og hon hevur ikki altíð verið so heppin fyri Tórshavnar kommunu, sigur Annika Olsen.
Sjey limir eru í nevndini í SEV. Vága, Streymoyar, Eysturoyar, Norðoya og Sandoyar sýslur eiga ein lim í part, og Suðuroyggin og Tórshavnar Kommuna hava hvør sín nevndarlim.
Taka ta røttu og skilabestu avgerðina
Borgarstjórin heldur, at avgerð um brennistøðina má takast rímiliga skjótt. Tað kemur so nógv rusk inn, at trupult er at brenna undan. Í síðstuni hevur Kommunala Brennistøðin balla rusk og sent til Danmarkar at brenna, og tað verður neyðugt aftur seinni í ár, tá ið viðlíkahald skal gerast.
– Brennistøðin er niðurslitin og ekur á knøunum. Tí má ein avgerð takast skjótt. Men tað er eisini týðandi at taka ta røttu og skilabestu avgerðina fyri Havnar kommunu, har vit ikki detta burturímillum, sigur Annika Olsen.
Møguliga á komandi býráðsfund
Turið Horn, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndin í Tórshavnar býráð, vónar at fáa málið um brennistøðina fyri á komandi býráðsfundi 31. januar.
– Eg veit ikki enn, um hatta málið verður við á skránni til býráðsfundin 31. januar. Eg vóni tað, sigur Annika Olsen.
Hon hevði tó ynskt at fingið eina breiða semju um málið, men spurningurin er, um tað eydnast.
– Eg hevði ynskt at fingið breiða semju millum allar býráðslimir. Men eg má ásanna, at tað er ein avbjóðing, sigur borgarstjórin.