Púra vekk í Føroyum

Kanadiskur stjørnufotografur ræðist hvørki regn ella vind

Amerikanska luksusklædnamerki Deveaux hevur latið nýggja klædnarøð avmyndað í Føroyum, nú hon verður víst fram í heimskenda mótablaðnum Vogue.

Orsøkin er, at myndamaðurin Tommy Ton, sum er kreativur leiðari fyri Deveaux, fekk íblástur av vitjan í Føroyum. Tommy Ton var við at taka myndir av Blue Fashion Challange, sum varð hildin í Føroyum í fjør, og nú hann skuldi føra nýggjan móta hjá Deveaux fram, vórðu myndirnar tiknar í Føroyum.

Tommy Ton er kendur myndamaður. Familjan er ættað úr Vietnam, men flýddi til Kanada undir Vietnam-krígnum. Nú tekur Tommy Ton myndir fyri nøkur av størstu klædnamerkjunum í heminum.

Les eisini: Amerikanskur klædnamóti avmyndaður í Føroyum

Jákup Sørensen er ráðgevi hjá Nora, ið skipaði fyri Blue Fashion Challange, og hann tók sær av vitjanini hjá Tommy Ton í farnu viku. 

– Tey høvdu bert ein dag til at taka myndir í, og eg hevði ávarað tey um, at veðrið kann vera sera skiftandi. Men tað løgdu tey einki í. Tey ræddust hvørki regn ella vind, og tað var bara stormur, sum kundi steðga teimum, sigur Jákup Sørensen.

Tommy Ton og seks onnur fólk komu til Føroya í ein dag at taka myndirnar við klæðunum hjá Deveaux, og tey tóku myndir í eitt nú Havn, Kaldbak, Gásadal og Bø. 

– Tey vóru sera hugtikin av Føroyum og skiftinum í veðri, ljósi og litum. Tey hildu fyri, at knappliga var tað
sum eitt nýtt land, tá ið litirnir broyttust. 

Líkt er til, at Tommy Ton er ikki liðugur við at fotografera í Føroyum, tí hann hevur sagt, at hann ætlar sær aftur hendan vegin at taka mótamyndir.