Aftur í ár verður páskastevna hildin inni á Skála. Páskastevnan byrjar skírisdag
17 apríl og og endar 2 páskadag 21 apríl.
Tað er samkoman Keldan Skálafirði, sum skipar fyri stevnuni. Eins og undanfarin ár verður nógv ymiskt á skránni. Talarar verða m.a Enevald Flåten frá Levende Ord úr Noregi, og Erik Bedsvaag, norskur evangelistur í Kenya.
Enevald Flåten er samkomuleiðari á Levende Ord í Bergen, sum í nógv ár hevur havt stóran vøkstur. Í dag stendur hann, sum ein sera sterkur íblástur til samkomulívið, bæði í Noregi, Skandinavia og aðrastaðni. Enevald hevur áður vitjað í Føroyum. Tað hevur altíð verið sera spennandi at hoyra hann og sæð hvussu Harrin hevur brúkt hann í tænastuni.
Erik og Hilda Bedsvaag eru trúboðarar í Kenya. Tey eru fødd og uppvaksin í Noreg. Tey hava tænt Harranum sum familja í meir enn 20 ár. Seínastu 12 árini hava tey verið trúboðarar í Afrika og hava tey verið við í einum arbeiði, sum hevur borið nógvan ávøkst. Tey hava eina sterka evangeliska tænastu, sum Harrin hevur salvað tey við. Spennandi verður at hoyra og uppliva teirra tænastu og hvussu Harrin brúkar tey.
Umframt hetta er Hilda lovsongsleiðari. Hon hevur skrivað fleiri sangir og givið fløgur út.
Umframt hetta verða tiltøk fyri børn, har skip-að verður fyri barnamøtum samstundis sum kvøldmøtini eru. Her verður nógv ymiskt gjørt burturúr við m.a. drama, dansi og sangi. Ymiskar samkomur koma at leiða hvør sítt barnamøti.
Tvey sera forvitnislig ungdómstiltøk verða eisini við á stevnuni, har m.a. sang- dansi- og dramabólkar luttaka. Stórur dentur verður eisini lagdur á sang og lovsang. Hetta kemur eisini at seta sín dám á møtini. Leygarkvøldið verður eitt sokalla "syngið við" kvøld kl. 22.00. Hetta kvøldið er bæði fyri ung og eldri.
Keldan leggur dent á, at páskastevnan er fyri øll, tí vóna vit, at so nógv fólk og samkomur sum tilber verða við.
Undir stevnuni verður stórur dentur eisini lagdur á at biðja fyri fólkið til frelsu og grøðing. Meiningin er, at hin gleðiligi boðskapurin um frelsaran skal koma út til alt fólkið, so at menniskju kunnu uppliva Guds kærleika og kraft bæði til anda, sál og likam.
Møguleiki verður at keypa sær okkurt til matna undir stevnuni, somuleiðis sum gisting er møgulig, bæði privat og á Runavíkar Sjómansheimi.
Stevnan byrjar skírisdag 17. apríl kl. 18.00 og er til 2. páskadag 21. apríl. Lýst verður nærri um skránna til páska-stevnuna seinni.