Páskaveðrið byrjar væl

Veðrið verður hampuliga gott fyrra partin av páskahøgtíðini

Danska veðurstovan roknar við, at í dag og í morgin verður gott veður, og sólin fer at kaga fram. Men eftir einum degi fellir hitin úr 10 stigum og niður ímóti frostmarkinum, og tað fer at kava.

DMI sigur, at í dag verða 5-10 m/s av vestri, mest skýggjað, men eisini møguleiki fyri sólglottum í støðum. Hitin millum 4 og 8 stig. Seinnapartin fer vindurin í útnyðring, og tað klárnar. Í kvøld og í nátt 8-11 m/s av útnyðringi og klárt. Hitin millum frostmarkið og 5 stig.

Langa fríggjadag verða 5-10 m/s av útnyðringi. Nakað av sól og hitin millum 5 og 8 stig. Seinni fer vindurin í vestan og tað verður meira skýggjað. Um náttina 8-13 m/s av vestri og samdrigrið. Hitin millum 5 og 8 stig.

Páskaftan, leygardagin, verða 10-15 m/s av vestri og útsynningi. Skýggjað, men eisini møguleiki fyri sólglottum. Hitin millum 5 og 10 stig. Um náttina veksur vindurin upp í 13-18 m/s av útsynningi, og tað fer at regna. Hitin verður millum 3 og 8 stig.

Páskadag verða 10-15 m/s av vestri og regn. Hitin verður millum 3 og 6 stig. Út á fyrrpartin fer vindurin í norðan og veksur upp í 18-23 m/s. Hitin fellir til millum frostmarkið og 3 stig, og tað koma kavaæl.

Annan páskadag verða 18-23 m/s av norði og útnyðringi við kavaælum. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig.