##med2##
Skála hevur fingið eitt av 42 møguligum stigum og 41 mál eru farin inn, og í løtuni sær ikki bjart út hjá teimum á vestara armi av Skálafjørðinum.
- Hetta er tungt, og hetta hevur leingi verið tungt sigur Pætur Dam Jacobsen, liðskipari og veteranur sum minnist mangar betri dagar hjá Skála, bæði fyrst í hesari øldini og eisini undanfarnu árini.
Í kvøld gjørdist talan um eitt svíðandi 1-3 tap móti EB/Streymi í einum dysti, har Skála hevði hart brúk fyri at fáa stig.
Skála – EB/Streymur 1-3 (1-1)
0-1: Arnbjørn Hansen (5.)
1-1: Poul Kallsberg (25.)
1-2: Gutti Dahl-Olsen (55.)
1-3: Tóki Johannesen (90+)
Á ljóðfíluni omanfyri ber tl at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Pætur Dam Jacobsen.
HER ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen.