Pætur Marjunarson Dahl kann enn einaferð kalla seg føroyameistara í tennis, eftir at hann seinnapartin í dag vann FM-finaluna á Jón Brekku við settúrslitunum 7-5 6-2.
Tað var av besta tennisveðri, tá teir báðir leikaðu í Gundadali í dag, og nakað av fólki var komið saman at síggja finaluna.
Talan var um eitt spennandi fyrsta sett, har teir báðir Pætur Dahl og Jón Brekku fylgdust í partíum upp til støðuna 5-5. Jón Brekku hevði sterka servu og spældi nakað meira áloypandi enn Pætur Dahl, og stundum tóktist Jón Brekku at hava yvirvágina.
Eftir at hava brotið serv hjá hvørjum øðrum til støðuna 5-5 fór konsentratiónin hjá Jón Brekku kortini at bila, og tvey skjótt partí seinni var fyrsta sett avgreitt við úrslitinum 7-5 til Pætur Dahl.
Annað sett legði út, sum fyrsta sett endaði, og Pætur Dahl var skjótur at leggja seg á odda 3-1.
Møðin var so smátt farin at síggjast á Jón Brekku, og áloypandi sløgini frá fyrsta setti, ið høvdu givið honum pláss og skáa, vóru ikki so ofta at síggja í øðrum setti. Somuleiðis sótu servurnar ikki eins væl, og tær høvdu, og hetta gav hinvegin Pæturi Dahl pláss at spæla meira, sum honum lysti.
Hóast Jón Brekku vann eitt partí aftrat í øðrum setti, gjørdi Pætur Dahl bart og streyk avstað við øðrum setti við settúrslitinum 6-2, og endaliga støðan gjørdist sostatt 2-0 í settum til Pætur Dahl.
Sí myndir frá finaluni í okkara myndasavni.