- Nærverandi og seg sjálvur!
Hesar báðar eginleikarnar hjá Giovanni Paolo 2 páva eru teir, sum standa fremstir í huganum hjá Lars Messerschmidt, presti í Katólsku kirkjuni í Danmark.
Hann hevur sjálvur heilsað uppá pávan og hevur somuleiðis tosað við hann. Og bara út frá hesi samtaluni, sum ikki tók stórt meiri enn 10 til 15 sekund er Lars greiður í sínari niðurstøðu:
- Tú skalt ikki vera leingi saman við pávanum, fyrrenn tú merkir, at hann veruliga er nærverandi og ikki letur seg stýra av øðrum. Hann er seg sjálvur, sigur Lars.
Hann er prestur í Danmark, men kemur við ávísum millumbilum til Føroyar at hava gudstænastur fyri katolikkarnar í Føroyum. Hetta er serliga til tær stóru kristnu hátíðirnar, páskir og jól.
Í ár høvdu tey sínar gudstænastur sum vanligt á páskum, men við messuna sunnudagin var gjørt meiri burturúr deyða pávans, eins og biðið var fyri honum.
-Vit bóðu eisini um, at tann komandi pávin má verða ein góður hirði fyri allar katolikkar.
-Sjálvur fari eg ikki at seta fram nakað ynski um og til tann komandi pávan. Bara Gud veit, hvat vit hava brúk fyri, og tí kunnu vit trygt leggja alt hetta fram fyri hann í bøn, sigur Lars Messerschmidt, sum í dag kann hátíðarhalda 68 ára føðingardag sín.
Hann fór til Danmarkar aftur í gjár eftir hesa planløgdu vitjanina í Føroyum.
24 tímar áðrenn
Tað hevur verið frammi í eina tíð, at heilsustøðan hjá tí 84 ára gamla pávanum ikki var tann besta. Serliga eftir páskahátíðina var sjónligt, at hann var rættiliga sjúkur.
Fríggjakvøldið byrjaðu so tíðindi at ganga um, at hann var doyggjandi. Og sama kvøld kundu italskir fjølmiðlar longu avdúka, at pávin í veruleikanum var deyður.
Hesi tíðindini fóru víða um heimin, og eisini kenda amerikanska sjónvarpsrásin CNN tók tað upp í sínum sendingum, men legði kortini dent á, at støðin ikki hevði fingið hesi tíðindini váttað. Tann almenna fráboðanin um deyða pávans kom ikki fyrrenn 24 tímar seinni ? nevniliga leygarkvøldið kl. 21:37 lokala italska tíð.
Hetta fríggjakvøldið var Lars Messerschmidt úti og vitjaði fólk, og hugdu tey m.a. í sjónvarpið eftir tí, sum har varð borið fram um heilsustøðuna hjá pávanum.
Hann hevur sjálvur sjónvarp heima við hús, og heimkomin royndi hann at finna onkra av hesum útlendsku rásunum, men tað eydnaðist so ikki.
"Grebet stemning"
Leygarkvøldið fekk hann so at vita, at nú var alment boðað frá, at pávin var deyður. Og við gudstænastuna sunnumorgunin í Mariukirkjuni í Havn var hetta sjálvandi markerað.
Henda gudstænastan gekk sum vanligt, men sum ein part av skránni varð hildin ein minnistala yvir pávan, eins og biðið varð fyri honum. Henda dagin var rættiliga nógv fólk í kirkju ? eini 66 í tali ? og vóru tey komin nógvastaðni frá fyri at vera við til hetta. M.a. var onkur komin heilt úr Klaksvík fyri at vera við til hesa serstøku gudstænastuna, eins og fólk ið vanliga ikki verða roknað sum katolikkar, vóru við.
-Gudstænastan var merkt av deyðanum og í fólkinum var "en grebet stemning", sum hann málber seg.
Mong harmast pávadeyða
Nú var Lars so heppin at hava hitt pávan fyri 16 árum síðani. Og eftir sannføringini hjá Lars hevur pávin gjørt sama inntrykkið á hann, sum á øll tey túsundtals fólkini, hann hevur hitt hesi sløk 26 árini hann hevur sitið í pávastólinum.
-Tú fornemmar veruliga at hann hevur áhuga í tær, tá tit tosa saman. Hann er nærverandi, og tá er líkamikið um tú ert lágt ella høgt í metum. Tá tit tosa saman, ert tú tann týdningarmesti persónurin av øllum.
-Og so hevur hann eisini tann ótrúliga eginleikan at kenna fólk aftur. Tí er einki at siga til, at allur heimurin hevur havt so stóra virðing fyri honum, sigur Lars.
Hann vísir á, at ein altíð kann samanbera pávan við aðrar høgtstandandi menn sum vit hoyra um í fjølmiðlunum, eitt nú forsetar, leiðarar og onnur.
Tá hesir vitja onkrastaðni er skráin sera fastløgd, eins og teir eru væl kunnaðir um, tað teir skulu gera og siga á hvørjum einstøkum staði.
-Men her er pávin eitt undantak: Hann er tann sami allastaðni. Hann upptraðkar ikki, og hann hevur ikki instuderað nakað í hesum sambandi. Hann er tann sami allastaðni.
-Eg trúgvi eisini, at júst hetta er orsøkin til at hann hevur kunnað framborið sín boðskap allastaðni og fyri so mongum fólkum. Allir leiðarar kring heimin hava sæð tað sama, og hava tí boygt seg fyri hansara ektheit. Tí tá hann stendur fram, so er hann ektaður ? hann er seg sjálvur altíð, sigur Lars.
Andaligur faðir
Eisini hjá katolikkum í Føroyum eru deyðsboðini hjá pávanum komin dátt við. Tey hava somuleiðis havt stóra virðing fyri honum og hansara embæti.
-Fyri okkum var hann "en selvfølgelighed". Hann var ein andaligur faðir fyri okkum, eins væl og hann var tað fyri katolikkar kring allar heimin.
-Hann var sum ein, sum vit eru í familju við. Ein sum vit høvdu eitt tætt andaligt samband við, sigur Lars.
Hetta merkti sjálvandi gudstænastuna sunnudagin í Mariukirkjuni. Samstundis sum tey eru merkt av sorg, eru tey eisini merkt av gleði og friði, nú hansara tænasta her á jørð er at enda komin, og hann fer til eitt betri stað.
Lars heldur fytri, at hetta minti mest um ta ferðina tá Paulus og hansara fylgi skuldu fara úr Efesus, soleiðis sum tað stendur frásagt í Ápostlasøguni í Bíbliuni.
Har verður sagt, at fleiri komu saman við teimum oman á strondina at siga teimum farvæl. Tað stendur jú, at øll, bæði kvinnur og menn fylgdu teimum út um staðin og oman í fjøruna, har tey fullu á knø fyri at halda bøn.
-Tað var nakað av hesum, vit upplivdu undir gudstænastuni sunnudagin, sigur katólski presturin.
Sjálvur vil Lars ikki seta fram nøkur ynski til tann komandi pávan.
Hann er tó sannførdur um, at tann nýggi pávin má byrja við sløttum borði. Jóhannes Páll var ein pávi, og tann komandi verður ein annar pávi.
- Vit biðja til Guds um, at vit mugu fáa tann rætta pávan. Bara Gud veit, hvat vit hava brúk fyri í framtíðini, sigur hann.