Pætur Jensen svikið B36 fyri HB

Stadionspeakarin hjá B36 seinnu árini, Pætur Eyðunsson Jensen, skifti um vikuskiftið til HB. Tiltikni B36 arin, sum skal giftast í næstum, var til stórsteypadystin millum B36 og Víking í HB troyggju.

 

Til ber at hoyra samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini

 

Pætur Eyðunsson Jensen, sum starvast í Miðlahúsinum, hevur verið ein av ímyndunum hjá fjepparafelagnum hjá B36, White Tigers. Tí kom tað illa við hjá teimum hvítu, ið tapti dystin 1-0, at stadionspeakarin ikki var ein stuðul til hendan dystin.

 

Keldur hjá In.fo vilja vera við, at hetta kann hava nakað við, at Pætur Eyðunsson Jensen skal giftast í næstum. Hesi tíðindini eru enn óváttaði, men til ber at hoyra mannin sjálvan greiða frá hendingini á Rás2.