Pál í 400 frí finalu í Canet

Pál Joensen svam skjótast av øllum í morgun, á Mare Nostrum stevnuni í Canet.

Pál Joensen svam seg í morgun víðari til finalu á Mare Nostrums stevnuni í Canet, tá ið hann í 400 metra frísvimjing svam 3:54.04 og bestu tíð av teimum 24 sum luttóku í innleiðandi riðlunum. 

 

Hann var annars styrkismettur sum nummar 9 sambært tilmeldingartíðunum, sum akkurát ikki hevði verið nokk til finalupláss. 

 

Danski Mads Glæsner varð sambært tilmeldingartíðunum hin 6. skjótasti, men svam í morgun 10. bestu tíð, sum merkir at hann ikki slapp í finaluna.

 

Franska Sport+ sjónvarpar frá finalunum í Canet, seinnapartin.

 

Úrslitalistin frá innleiðandi 400 frí í morgun sæst her.