Pál í harðari kapping í Dubai

Føroysku svimjararnir í world cup stevnuni í Dubai hava svomið sínar fyrstu kappingar.

Tríggir føroyskir svimjarar luttaka í hesum døgum í world cup stevnuni, sum verður hildin í Dubai. 

 

Fyrstu kappingarnar vóru í gjár og tá luttóku Pál Joensen og Óli Mortensen í 400 m frí, meðan Alvi Hjelm svam í 400 m blandað. 

 

Eingin teirra megnaði at hevja seg millum teir fremstu. Pál endaði nummar 11 og Óli nummar 29 av teimum 51 luttakarunum í 400 m frí, meðan Alvi endaði nummar 12 av teimum 19, sum svumu 400 m blandað, skrivar heimasíðan svimjing.com.

 

Í dag vera so seinnu kappingarnar hjá teimum. Óli Mortensen skal svimja 1500 m frí, meðan Alvi Hjelm skal svimja 200 m blandað. 

 

Størstu vónirnar eru tó settar til Pál Joensen, sum eisini skal luttaka í 1500 m frí. Hann hevði næst bestu tilmeldingartíðina, men tríggir av teimum, sum svumu skjótari enn hann í Doha fyrr í vikuni er eisini við í Dubai, so spennandi verður at síggja, hvussu fer at gangast honum.