Pál nr 5 í 800 frí í Canet

Tað gekk nokk ikki heilt eftir vild, tá ið Pál Joensen í kvøld svam finalu í 800 metra frísvimjing, á Mare Nostrum stevnuni í Canet.

 

Hann hevði bestu tilmeldingartíð á 7:50.81, men endaði sum nummar 5 við 8:03.16.

 

Suðurafrikanski Devon Brown vann gull við tíðini 7:54.46, franski Damien Joly silvur við 7:58.92 og spanski Marc Sanchez Torrens bronsu við 7:59.01.

 

Longri afturi á listanum flutti Óli Mortensen seg frá eini styrkismeting sum nummar 20 fram til at verða nummar 16, við nýggjum juniormeti 8:13.75. Hann átti sjálvur nú farna juniormetið á 8:20.55, frá Danish Open í mars mánaða.