Páll Fangi heldur tørn

6-mannafør menn: Hósvíkingur var aftur í dag eina bátslongd frá knassunum úr Klaksvík

Tað gekk, sum tað hevur gjørt tvær tær undanfarnu ferðirnar, tá ið 6-mannaførini við monnum kappaðust í dýrdarveðri á sundalagsstevnu í Hvalvík.

 

Páll Fangi legði bragdligast fyri, og Páll Fangi var fremstur allan kilometurin. Tað var skjótt, at klaksvíkingar stungu seg fram ímillum Hósvíking og Skúgv úr Sandavági, og so vendist tað ikki aftur.

 

Á málinum var frástøðan frá Páll Fanga og aftur til Hósvíking ein bátslongd. Páll Fangi hevur vunnið allar tríggjar róðrarnar, og Hósvíkingur var fyri triðju ferð næstfremstur.

 

-

 

1Páll Fangi (KRF)05:04.35
2Hósvíkingur (HVR)05:07.37
3Skúgvur (SÍF)05:11.12
4Froðbingur (FSR)05:15.19
5Rádni (ÍF)05:18.39
6Tindur (Tindur)05:18.42
7Kollfirðingur (KÍF)05:19.49
8Sjódrekin (Skála)05:21.45
9Gongurólvur (HR)05:24.49
10Sjóherji (Tindur)05:27.01
11Víkingur (HR)ET

 

stavnur.fo