FÓTBÓLTUR: Hóskvøldið hevði kappingarnevndin hjá FSF fund um rokdystin milum GÍ og KÍ unglingarnar, sum vit áður hava skrivað um.
Dómarin hevði givið kappingarnevndini frágreiðing, eftir at bæði GÍ og KÍ-venjarin komu á vøllin, og vóru vístir útaftur.
Kappingarnevndin hevur avgjørt, at KÍ-venjarin, Dánjal Jákup Joensen, fær leikbann í ein dag, tí dómarin vísti honum út, meðan eingin støða er tikin til leikbannið hjá Páll Guðlaugsson enn.
Kappingarnevndin hevur fingið frágreiðing frá bæði GÍ og KÍ, men teir vilja ikki taka sína avgerð út frá hesum. Teir vilja eisini hava Páll Guðlaugsson at geva sína frágreiðing.
Og á fundi næsta hóskvøld skal so endaliga avgerðin takast, og okkurt er sum bendir á, at Páll fær leikbann í fleiri umfør.
Men meðan Páll bíðar eftir dóminum, kann hann ikki vera til dystirnar hjá GÍ sum venjari, og tað vil siga, at hann kann ikki sita á beinkinum, tá GÍ sunnudagin fer til Klaksvíkar at spæla.
Páll Guðlaugsson hevur roynt nógv í Føroyum, men hann man ivaleyst vera best kendur fyri tiltikna avrikið í Landskrona.