Á pall við gomlum vinum

Summarfestivalurin í Klaksvík hevur í ár 15 ár á baki, og vit spyrja í hesum sambandi 15 fólk um teirra bestu SF upplivisi.

Summarfestivalurin í Klaksvík hevur í ár 15 ár á baki, og vit spyrja í hesum sambandi 15 fólk um teirra bestu SF upplivisi. Her er tað Erik Biskopstø, fyrireikari av Summar Festivalinum, sum svarar. 

"Løturnar hava verið mangar og góðar, og onkuntíð merktar av bivan, um veðrið spældi okkum ein puss. Men man gloymir tíbetur skjótt ringar løtur, og tær góðu standa best eftir í minninum. Fyrsta árið var serligt, tí alt var nýtt, og veðrið gott, og man prógvaði, at tað bar til og var vert at byggja víðari á. 2007 ser intenst, tí sveiggið var so stórt frá Rockkonsert við The Scorpions til ódn og avlýsing dagin eftir.

2010 var eisini nakað serligt fyri meg persónliga, tí tá tóku konan og eg ring upp, á og høvdu eina romantiska løtu saman við Westlife, sum er ein av hennara yndisbólkum. Eisini hava eg verið so heppin at vera á palli saman við helst Føroya festligasta bólki, Dynamit, og tað hevur verið ógloymandi. Í ár sleppi eg so fyri fyrstu ferð at royna at spæla í tjaldinum, og tað verður saman við mínum gomlu vinum í Aria, so tað gleði eg meg sera nógv til.

Eisini hevur tað verið stuttligt at sæð okkara synir hugna sær á Silvalandinum."