Høgni Mohr
Fríggjamorgun í farnu viku stevndi flaggskip føroyinga, Norrøna, sum so mangan áður, út um molarendan í Tórshavn. Smyril Line hevði hesaferð, sum liður í marknaðarføringini, boðið góðum triðingi av teimum 350 fólkunum umborð at ferðast fyri onki, aftur og fram. Høvið var, sum greitt varð frá í gjár, at nýggju goymslu- og skrivstovuhølini í Hanstholm skuldu sýnast fram. Umborð varð dúgliga fjálgað um innbodnu fjøldina. Ja, har vóru snøgt sagt ongar smáligheitir. Búð varð á góðum rúmligum kømrum, og etið varð á fínastu matstovuni umborð, hvørjaferð; fyri onki!
Smyril Line leggur óivað stóran dent á, at hava viðurskiftini við viðskiftafólkið í lagi. Men, tað var kortini ikki so, at alt hvarv í kálvakotelettum, kaviari og hvítvíni. Umframt at fremja meinaleysa marknaðarføring, vildi Smyril Line fegið koma á tal við innbodnu fjøldina av inn- og útflytarum, ið hevur valt Smyril Line framum hini flutningsfeløgini.
Sum í grøvini
Einar fimti fjórðingar í ein útnyrðing úr Sumburgh Head, sessaðist metti hópurin til fundar í Viking Club. Á fundinum luttóku Óli Hammer, stjóri, Jóannes á Váli, fíggjarstjóri, John Frandsen, sølumaður í innflutninginum (farmadeildini), Jónfinn Simonsen, umsitingarleiðari á farmadeildini, Jan Arabo, serkønur í útflutningi (farmadeildin) og Heðin Joensen, sølustjóri á farmadeildini. Harumframt vóru nakrir yvirmenn. Teir vóru Meinhard Petersen, skipari, Henrik Hammer, virkandi yvirstýrimaður og Jóhan Petur Patursson, maskinstjóri.
Stjórin og sjálv ímyndin av Smyril Line, Óli Hammer, legði fyri á fundinum. Hann heitti á fundarfólkini um at gera vart við seg, nú høvið var til tess, og bað tey ikki smæðast at koma við ábreiðslum og hugskotum um, hvussu Smyril Line kann veita eina betri tænastu. Men, tað var kvirt, sum undir bøn eftir hesa áheitan. Onkur teskaðu sínamillum, at tað var øgiligt, sum øll vóru nøgd. Hinvegin er kanska torført, steinmettur, at tveita ábreiðslur í skortin á sjálvum vertinum.
Nýggj tænasta
Jónfinn Simonsen tók nú um endan og mikrofonina, og fór at greiða frá virkseminum á farmadeildini hjá Smyril Line. Hann greiddi frá, at tey eru 8, sum starvast á farmadeildini í Føroyum.
- Flestum kunnugt, fóru vit í fjør undir regluliga vetrarsigling. Avgerðin um virksemisvíðkanina var fyri ein stóran part grundað á, at gongd aftur er við at koma í føroyska samfelagið. Men, tað sum hevði størstan týdning var, at vit á farmadeildini kundu bjóða kundunum eina nýggja tænastu, helt umsitingarleiðarin, ið hevur verið hjá Smyril Line øll 16 árini, felagið hevur virkað. Henda sertænasta er sambært Jónfinni Simonsen, at tað gongur skjótt at fáa farmin fram við Norrønu.
- Vit eru í vetrarskeiðnum farnir úr Føroyum fríggjanáttina, og hava longu verið aftur í Tórshavn snimma mánamorgun. Somuleiðis hevur evstamarkið fyri at lata farmin inn á Sælandi verið fríggjadag klokkan 17, meðan jútlendingarnir hava freist til leygardag á middegi, segði hann. Jónfinn segði eisini, at nú Clare er farin at sigla somu rutu sum Norrøna, til tess at nøkta flutningstørvin, hava teir skipað tað soleiðis, at leigaða skipið fer úr Føroyum tórsdag. Hetta fyri at vera í Hansholm áðrenn Norrøna, sum ikki fer av Havnini fyrr enn fríggjamorgun. Feski útflutningsfiskurin, ið fyri ein stóran part kemur til Tórshavnar við Smyrli tórskvøld fer sostatt framvegis at vera fluttur av landinum við Norrønu; fyribils meðan pláss enn er á tí dekkinum.
Tveir túrar um veturin
Heðin Joensen, sølustjóri, avdúkaði undir fundinum, at verður undirtøka til tess, fer Norrøna at sigla tvær reisur komandi vetur. Longu nú helt hann seg kunna siga, at skjóta og álítandi tænstuveitingin, sum Smyril Line hevði veitt hiðartil, hevði skapað somikið trygt vinnugrundarlag fyri felagið, at dupulttúrurin eftir øllum at døma fór at verða veruleiki. Harumframt segði hann ongan vanda vera fyri, at summarsiglingin hjá Norrønu fór at nerva farmaflutningin, tí annað skip fór eisini framyvir at verða til taks.
- Kundarnir skulu vita, at tá teir hava meldað góðs til, verður tað flutt sum ætlað, segði ein avgjørdur Heðin Joensen, sum er nýkomin í Smyril Line. Hann hevur verið í íslendska Eimskip; einum av kappingarneytum føroyska felagsins. Heðin væntaði, at tað fór at vera rímuliga rúmsátt á dekkinum á Clare at byrja við, men legði afturat, at Norrøna júst henda vártúr longu hevði verið ov lítil, hevði Clare ikki verið til at taka.
Bilainnflutningur
Hugurin millum áhoyrarnar at spyrja gjørdist sum fráleið betur. Bilainnflytari vildi vita, við hvørjum skipi, nýggju bilarnir fóru at verða fluttir, og undir hvørjum umstøðum. Jónfinn Simonsen svaraði, at allir bilar helst fóru at verða fluttir við Clare, ið hevur tvey treylaradekk. Hann segði, at skipið undir niðara dekki hevur rúmliga last, sum allir teir nýggju bilarnir kunnu standa trygt og væl í.
Bilainnflytarin spurdi eisini, um goymslumøguleikarnar hjá Smyril Line í Føroyum, og hvussu longi til ber at hava vøru liggjandi. Til hetta varð svarað, at Smyril Line hevur gjørt avtalu við Strandfaraskip Landsins, sum veitir neyðuga goymsluplássið, neyðugu tíðina, og annars avgreiðir farmin felagsins vegna í Føroyum. Tá Jónfinn Simonsen varð spurdur, hvussu vøran kemur víðari úr Tórshavn og út á bygdirnar, viðgekk hann, at tað bert var pakkhúsið í Havn, sum enn var tøkt. Hann ivaðist tó ikki í, at teir fóru at fáa avgreiðslur á hinum størru plássunum.
Neglin á lítlutá
Ein áhoyrari vildi vita, hvussu viðskiftafólkið hjá Smyril Line fór at merkja, at nýggj høli vóru latin upp í Hanstholm. Leiðslan á farmadeildini væntaði ikki, at hetta fór at merkjast serliga væl, tí tað vóru somu vælskikkaðu fólk sum arbeiddu hjá Fjordline áður, ið nú, so at siga, vóru komin undir føroyskt flagg. Nú goymsluførið hjá Smyril Line er vorðið betur, varð kortini hildið, at innflytarir í størri mun kundu bíleggja meira hvørja ferð, og síðani kanska goyma vøruna í Hanstholm, til tørvur verður á henni í Føroyum. Góðu møguleikarnir at byggja út í Hanstholm vórðu eisini nevndir í hesum sambandi. Ein speisamur áhoyrari helt, at útbyggingarmøguleikarnir á økinum hjá Smyril Line í Hanstholm kundu samanberast við neglina á lítlutá, nú oljuvinnan eftir øllum at døma stendur fyri durðum. Óli Hammer helt í hesum sambandi, at útsynningsøkið á havnarlagnum í Hanstholm, væl kundi verðið drigið uppí eina útbyggingarætlan, skuldi tað verði neyðugt.
Fiskavirking vælnøgd
Umboðsmaður Fiskavirking á túrinum reistist móti endanum á fundinum og takkaði Smyril Line fyri eina stak góða tænastu í vetur. Hann tosaði nógv um tað sonevndu óbrotnu køliketuna; tað er, at til ber at flyta feskar fiskavørur órørdar av t.d. Suðuroynni og niður á franska marknaðin. Nú Norrøna eftir øllum at døma fer at vera fullsett við bilum, vildi umboðsmaðurin hava at vita, um Clare fór at leggja inn á Tvøroyri eftir fiskavørunum.
Stjórin á Smyril Line, Óli Hammer, váttaði, at Clare fór at leggja inn á Drelnes. Longu í komandi viku fór hetta at verða neyðugt, spáddi hann. Seinni á árinum, tá pláss aftur verður á dekkinum á Norrønu, væntaði Óli Hammer, at gamla skipanin við, at fiskurin skal flytast til Havnar við Smyrli, aftur fór at verða sett í verk. Hetta er sjálvandi treytað av, at Strandfarskip Landsins, ella politikararnir ikki broyta ferðaætlanina, men tað hevði stjórin á Smyril Line ikki varhugan av fór at henda. Trupulleikin er, at ov lítil rúmd er í Tvøráfirði til stóru Norrønu. Er illa atleggjandi onkran dagin, fara kanska stórar nøgdir av fiski at standa eftir harsuðuri, tí Norrøna ikki sleppur at. Tí hevur strandferðslusambandið við høvuðsstaðin tórskvøld, so stóran týdning fyri Smyril Line og fiskaútflytararnar.
Pallborðsfundurin umborð á Norrønu tók ein góðan tíma, men tey innbodnu prátaðu dúgliga sínamillum allan túrin. Undir hvørjum skotti hoyrdist tos um flakalinjur, trollemmar og alifisk, og onkur segði seg hava fingið góðar samstarvsavtalur í lag undir túrinum. Nógv kann fáast burturúr einum slíkum túri, sum Smyril Line tók stig til, og Sosialurin skilti á fleiri, at tey vóru stak væl nøgd við hesa sameiningina millum Business og Pleasure