Palli stýrir Marknagili

Seinni í hesum mán­að­in­um verð­ur spakin sett­ur í fyri nógv umtalaða skúl­a­depl­i­­num við Marknagil, sum fekk neyð­uga eykajáttan frá Løg­­ting­i­num herfyri, og so­statt kann fara í gongd seinni í mán­að­inum.

Landsverk hevur júst sett Hans Paula K. Henriksen – van­liga nevndur Palli Hen­rik­sen – í starv sum ver­k­æt­lan­ar­leið­ara fyri Føroya størstu bygg­i­ætlan nakrantíð.
– Tað er ein royndur maður inn­an verk­ætl­an­ar­leiðslu, sum Lands­verk hevur sett at stýra byggingini av nýggj­um skúla­depli. skrivar Landsverk.
Palli Henriksen, sum er 52 ára gamal og útbúgvin bygn­ings­ver­k­frøðingur, hev­ur havt á­byrgd av fleiri stór­um verk­æt­lan­um. Hann kem­ur úr ein­um starvi sum verk­ætl­an­ar­leið­ari hjá Tórshavnar Komm­unu, har hann millum ann­að hevur staðið fyri nýggja Boð­­­a­nes­heim­i­num og Skúlanum við Løg­mann­a­breyt.
Áðrenn Palli Henriksen kom í starv hjá kommununi, var hann verk­æt­l­ana­r­leiðari fyri Sam­takið Hoy­víks­hag­in Suð­ur – mill­um J&K Pet­er­sen og Bygg­i­tek – ið er størsta ein­­staka útstykking í Før­oy­um hig­ar­til.
Ewald Kjølbro, stjóri á Lands­­verki, fegn­ast um, at tað hev­ur eydn­ast fing­ið ein væl skikk­að­­an av­loys­ar­a fyri Heina Trónd Hans­en, sum framm­an­und­an stóð á odda fyri verk­æt­l­an­ini, men nú er farin í annað starv í Da­n­mark.
– Talan er um eina sera stóra upp­gávu, og tí var tað týdn­ing­ar­mik­ið, at vit fingu rætta per­són­in at leiða verk­ætl­an­ina við Markna­gil. Tað i­v­ist eg ikki í, er eydnast okk­um við hesi setanini, sigur Ew­­ald Kjølbro.
Palli Henriksen, sum eis­ini hevur havt egna tekni- og ráð­­gev­­ing­ar­fyritøku innan byggi­vinnu, sær fram ímóti at taka við nýggju uppgávuni.
– Ongin ivi er um, at tal­an er um eitt ódnartak, men sam­stundis er hetta ein ó­met­a­liga spennandi av­bjóð­ing, sum eg ikki kundi siga nei til, sigur nýggi verk­ætl­an­ar­leið­ar­in.
Palli Henriksen tekur við nýggja starvinum á Lands­verki 1. mai.