Paludan kallaði Mimi Jakobsen fyri nazi-svín – nú meldar hon

Í sjónvarpssendingini Aftenshowet hjá Danmark Radio í kvøld kallaði Rasmus Paludan, stovnarin av nýggja høgrasinna flokkinum Stram Kurs, fyrrverandi forkvinnuna í Centrum Demokratunum fyri »nazi-svín«.

Mimi Jakobsen fer at melda Rasmus Paludan til løgregluna fyri at kalla hana »nazi-svín« í Aftanshowet hjá DR í kvøld. Tað skrivar Ekstra Bladet.

Fyrrverandi forkvinna hjá Centrum-Demokratunum og aðalskrivari í Red Barnet, Mimi Jakobsen, sigur, at hon vil ikki hava hetta sitandi á sær.

– Eg dugi ikki at síggja, at eg kann gera annað. Eg havi ongantíð upplivað nakað líknandi, sigur hon við Ekstra Bladet.

Rasmus Paludan, sum er formaður í islamkritiska flokkinum StramKurs, sigur við Ekstra Bladet, at hann ikki heldur, at hann er farin um mark.

– Eg angri, at eg ikki kallaði hana okkurt verri enn tað. Eg haldi, at nazi-svín var rímuliga milt at siga, havandi í huga, at hon birti uppundir, at ein patriotiskur, danskur, politiskur leiðari var nazistur, sigur Rasmus Paludan, sambært blaðnum.

Í Aftenshowet vóru bæði Paludan og Mimi Jakobsen samstundis.

Í sendingini greiðir Mimi Jakobsen frá, at hon heldur, tað, sum Paludan sigur, er »så tæt på nazistiske tankegange«.

Eitt sindur seinni í sendingini koma orðini frá Paludan.

– Eg haldi, at hon er nazistur, sigur Paludan og verður avbrotin av Mimi Jakobsen:

– Hasum sleppur tú sku ikki væl frá at siga um meg. Tað kann eg siga tær. »Fandeme nej«, svarar hon.

– Jú, tað geri, tí tú ert eitt nazi-svín, svarað Paludan aftur.

/ritzau/

Sendingin Aftenshowet á DR kann SÍGGJAST VIÐ AT TRÝSTA HER