Panelið: Klopp eigur at møta upp til umdystin móti Shrewsbury (FM1)

(FM1) Petur Reinert og Leivur Frederiksen mannaðu Fótbóltspanelið á FM1 í dag, ið var um nýggju fótbóltslógirnar, VAR og FA Cup

##med2##

Petur Reinert, fyrrverandi altjóða dómari og Leivur Frederiksen, freelance tíðindamaður mannaðu Fótbóltspanelið á FM1 seinnapartin. Tróndur Arge var vertur.

Evnini panelið viðgjørdu í dag vóru:

1) Nýggju fótbóltslógirnar, ið Petur Reinert stríðist við at týða úr enskum til føroyskt.

2) VAR

3) FA Cup við denti á umdystin hjá Liverpool móti Shrewsbury

Leivur og serliga Petur fegnast um, at nú fer at ganga skjótari við útskiftingum undir fótbóltsdystum, har spælararnir fara av vøllinum á tí partinum spælararnir eru staddir á vøllinum, so tíðarspilla ikki skal fremjast, at spælararnir fara yvir á miðjan vøll áðrenn skift verður.

Petur er meira hvassorðaður meðan Leivur orðar seg meira varliga um, at høvuðsvenjarin hjá Liverpool, Jürgen Klopp ikki ætlar at møta upp til umdystin hjá Liverpool í 4. umfari í heimsins elstu fótbóltskapping, FA Cup.

Menn vendu eisini VAR, ið teir mettu verður nakað yvirbrúkt og yvirtulkað, og harvið verður myndugleikin hjá dómarunum undirgrivin.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra dagsins Fótbóltspanel. 

(Fótbóltspanelið 31. januar. Gestir: Leivur Frederiksen og Petur Reinert)