Wellington, Ný Sæland:
Ný Sæland er býtt upp í tvær oyggjar. Norðuroyggin og Suðuroyggin. Tveir teir størstu býirnir, høvuðsstaðurin Wellington og Auckland, sum er tann størsti við sínum 1,3 milliónum íbúgvum, liggja báðir á Norðuroynni. Felags fyri báðar oyggjarnar er tað vakra landslagið..
At koma frá Aucklandi til Wellington er ongin trupulleiki. Um ein vil koma skjótt fram, so tekur tað ein tíma at flúgva. Men um ein vil síggja landið og oynna, so er biltúrurin eitt satt upplivilsi.
"Hot-pools"
Tað tekur úti við átta tímar at koyra úr Aucklandi til Wellington. Men um ein steðgar á vegnum nakrar ferðir, so er tað als ikki strævið. Og tað eru mong vøkur støð á vegnum. Millum annað hot-pools frítíðarstaðið í Tapou. Tað er einastandandi vakurt at síggja niður yvir býin, tá ein kemur koyrandi. Í Taupo ber til at svimja í heitum vatni, sum er heitt av nátúr. Og hvat land kemur einum til hugs, tá ein er úr Skandinavia, tá ein hoyrir um náttúrliga heitt vatn?
Við Taupo er eitt sera stórt vatn. Tað er so stórt, at um ein ikki veit av tí, so heldur ein, at tað er hav. Men tað er altso Lake Taupo. Eitt sokallað "Crater-Lake". Crater er sjálv holan í einum gosfjalli.
Søgan handan Lake Taupo er, at tað einaferð var eitt stórt gosfjall har, ið vatnið liggur, sum sprongdist. Hetta gosfjallið var til ta tíð tað hægsta fjallið í landinum, men tað hvarv sum sagt, og í dag er Mount Cook við sínum góðu 4.000 metrum tað hægsta.
Tapou er eitt frítíðarstað, har mong ferðafólk vitja. Og mong, sum koyra, nýta høvi til at steðga á eina løtu í Taupo fyri at taka sær av løttum í teimum heitu hyljunum.
Og tað er ikki sørt, at hugurin leitar til Íslands, tá ein situr í einum teimum av náttúrunnar hond heitu hyljunum. Munurin er tó umhvørvið rundanum. Har eru pálmar og trø av alskyns sløgum.
Oyðimørk
Eftir Tapou er aftur ein langur biltúrur gjøgnum avbera vakurt landslag, har býir og smáar landsbygdir liggja framvið. Flest øll staðarnøvnini eru á Maori máli, og tað kann gera tað trupult at lesa kortið og minnast nøvnini. Men vøkur eru tey og hugtakandi.
Mitt í øllum varnast ein, at ein er langt uppi í fjøllunum og koyrir. So líðandi fer man hægri og hægri upp, uttan at ein í veruleikanum varnast tað. Men tað verður kaldari av fjallaluftini, og framvið liggja stór øki við trøum, sum verða nýtt til ídnað.
So skiftir landsslagið aftur. Frá tí vøkru náttúruni koyrir ein inn í nakað, sum minnir eina mest um oyðimørk. Tó munurin er, at tað er ikki sandur, men steindeytt øki, har so gott sum onki uttan illgras grør. Fjart burturi sær ein trý høg fjøll, Mount Tongariro (1.968 m), Mount Ngauruhoe (2.291 m) og gosfjallið Mount Ruapehu ( 2.797 m), sum seinast goysti miðskeiðis í nítiárunum.
Kavi liggur í fjallatoppunum, og kuldin er ikki at taka feil av. Allastaðni fram við vegnum standa skelti, har tað verður ávarað móti at koyra ov skjótt, og at tað kann vera hált um veturin. Her kann eisini leggjast afturat, at hesin landsvegur, sum liggur á yvir 1.000 metra hædd, tá hann er hægstur, mangan er stongdur um veturin. Hesin vegur eitur av góðum grundum Desert Road, og livir hann so sanniliga upp til sítt heiti. Tað er rættuliga rotið at koyra eftir honum, tí onki er at síggja á einum teini upp á 65 km.
Aftur til paradís
So líðandi koma vøkru landsløgini fram aftur, tá ein kemur oman av Desert Road. Tað er hugtakandi at kunna hyggja so langt sum eygað ber og bara síggja landslag og vakurleika rundan um seg.
Havið kemur ikki fram aftur fyrr enn ein góðan tíma áðrenn høvuðsstaðin Wellington. Inn á motorvegin, og áðrenn ein veit av, koyrir ein framvið skeltinum við býarnavninum á. Ein langur, men sera hugtakandi biltúrur er komin at enda.
Og niðurstøðan er uttan nakran iva hon, at Desert Road undantikin, so má Ný Sæland sigast at vera eitt paradís á jørð.