Nú henda vikan líður móti endanum, er Fiskamarknaður Føroya komin við sínum metingum um, hvussu næsta vika fer at roynast.
- Bara ein línubátur er til fiskiskap. Hann fiskar við Rock All. Hini línuskipini fara út, tá veður og streymur loyva tí. So, tað verður helst bara tað eina línuskipið, sum landar í næstu viku, og fiskasløgini verða væntandi mest brosma og longa.
Streymurin batnar, sum næsta vika gongur, og veðurútlitini eru hampilig. Tí væntar marknaðurin nakað av útróðrarfiski í næstu viku.
- Ein djúpvatnstrolari er eystanfyri og fiskar svartkalva, meðan hinir fiska upsa. Væntandi koma nakrir, sum fiska upsa, inn, sum næsta vika gongur. Trolarin, sum fiskar svartkalva, kemur neyvan inn at landa í næstu viku.
Allir partrolararnir eru eystanfyri og fiska upsa. Fiskiskapurin er heldur lakari nú, men skipini koma inn, sum næsta vika gongur.
Í dag - fríggjadagin - liggja allir trolbátarnir, men teir fara væntandi út aftur, tá veðrið batnar. Helst fara teir at fiska havtasku.
Um garnaskipini sigur Fiskamarknaður Føroya, at ein fiskar havtasku og landar helst miðskeiðis í næstu viku. Ein annar fiskar svartkalva og landar væntandi seint í næstu viku.