Elsti parturin av skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík er nú stongdur, og hann letur ikki uppaftur.
Orsøkin er, at bygningurin er i so ringum standi, og kommunualu myndugleikarnir, skúlans leiðsla og skúlin samdust um at steingja.
Bygningurin er frá 1926, og tað er ikki nakað nýtt, at hann var vánaligur.
Men tá skúlin byrjaði aftur eftir heystfrítíðina, var ramur roykur í húsinum, og roykurin kom úr gólvinum.
Byggikøn fólk vórðu biðin um at taka gólvið upp, og tað sá alt anna enn gott út, sigur Signar á Brúnni, skúlastjóri.
- Bygningurin kann snøgt sagt ikki brúkast longur, sigur Signar á Brúnni.
Næmingarnir, sum høvdu stovu í hesum partinum av skúlanum, fingu bræv við heim í dag, og teir fingu eisini boðini, at teir ikki skulu koma í skúla aftur fyrr enn mánadagin.
Skúlin er farin at leita eftir øðrum hølum til at undirvísa næmingunum í. Eini høli eru at fáa í gamla tekniska skúla, og okkurt rúm kann Ósáskúlin vera fyriuttan.
Annars er tað so heppið, at 9. flokkarnir fara í starvsvenjing í næstu viku, koma so aftur í eina viku, og tá verður jólaroyndin.
Heimleysu næmingarnir eru um 80 í tali og ganga í 4. og upp í 7. flokk.
Signar á Brúnni veit ikki, um nýggjur skúlabygningur verður bygdur á grundina, har vrakaða húsið stendur. Tað rætta hevði verið at bygt nýggjan stóran skúla, tí hin parturin av skúlanum er eisini vánaligur, hoast milliónir krónur eru brúktar til at umvæla hann fyri.