Um veðrið verður til vildar í annaðkvøld, hava føroyingar kjans at síggja eina partvísa mánamyrking. Føroyar liggja akkurát ov vestaliga til fullu mánamyrkingina, men partvísa myrkingin verður eisini verd at uppliva.
Í annaðkvøld verður nevniliga mánamyrking í stórum parti av heiminum. Á støðum, har tað verður full mánamyrking, verður møguleiki at síggja flotta sjáldsama fyribrygdið, blóðmána.
Tað verður tó ikki full mánamyrking í Føroyum, men ein partur av myrkingini verður at síggja. Partvís mánamyrking er eisini ein vøkur og merkisverd sjón, eins og fulla mánamyrkingin er tað. Við partvísari mánamyrking verður ein partur av mánanum myrkalagdur.
Besta sjónin er frá fjøllunum
Mánamyrkingin í Føroyum verður millum klokkan 22:16 og klokkan 23:19. Myrkingin er á sínum hægsta klokkan 22:22, sambært norsku veðursíðuni, timeanddate.com. Vónandi verður tað klárt í veðrinum, so tað ber til at síggja nakað av myrkingini í Føroyum.
Mánin er somikið tætt við sjónarringin klokkan 22:22, at tað nokk verður eitt sindur avbjóðandi at síggja hann. Tí mælir veðursíðan, Timeanddate, fólki í Føroyum til at fara høgt upp ella til eitt óbyrgt øki við útsýni í ein landsynning fyri at fáa mest burtur úr mánamyrkingini.
Longsta mánamyrking í 21. øld
Í Danmark verður fulla mánamyrkingin sjónlig, og danskir miðlar umtala hetta sum ársins mest merkisverda hending. Fulla myrkingin byrjar klokkan 21.30 og kemur har at vara í 1 tíma og 43 minuttir. Besta sýnið verður í Bornholm.
Hetta verður longsta mánamyrkingin í 21. øld, og er tí nakað heilt óvanligt. Serliga fyri rúmdaráhugað er hetta ein stórhending. Mánarmyrkingin verður longst og best sjónlig í Miðeystri, Afrika og einum parti av Asia.
Tá tað er full mánamyrking, liggur mánin í skugganum hjá jørðini, soleiðis at jørðin skuggar fyri ljósinum frá sólini. Tá fær mánin eitt koparreytt sker, og hetta verður kallað blóðmáni.
20. januar 2019 verður full mánamyrking at síggja í Føroyum.