Páskastevnan 2026 í Oasuni í Hoyvík

Tíðindaskriv:

 

Stevnan verður 2. apríl til 6. apríl.

Byrjað verður skírhóskvøld við kvøldmøti kl. 18. Kvøldmøti verða eisini langafríggjakvøld kl. 18 og páskakvøld kl. 18. Á hesum møtum talar Sergey Lysak úr Ukraina.

Barnamøti verða um kvøldið í rúmligum og góðum hølumx í niðastu hædd - byrjað verður beint áðrenn talan byrjar.

Morgunmøti verða langafríggjamorgun, páskamorgun og 2. páskamorgun, allar morgnar kl. 10:30.

Syngið-við verður skírhóskvøld kl. 21:30. Ungdómsmøti verða langafríggjakvøld og leygarkvøld, bæði kvøldini kl. 21:00. Harumframt verður hugnalig café aftaná ungdómsmøtini. Áhugatími fyri ung verður leygardagin kl. 12:00 og kl. 13:30.

Lovsongsløta verður páskakvøld kl. 21:30. 

Aðrir talarar verða m.a. Poli Jacobsen, Hallgerð Akurstein, Pauli Høj og Ragnhard Petersen.

Sangbólkar og lovsangsbólkar verða ymsastaðni frá í landinum.

Nærri kunning sæst á facebook og á oasan.fo

Vit ynskja við hesi stevnu, at Guð verður æraður ígjøgnum sangframførslu, tónleik, lovsang, vitnisburð og talu; og at boðskapurin um Jesus Kristus og hansara fullgjørda verk á krossinum verður til frelsuvissu og signing fyri okkum øll.

“Jesus Kristus er í gjár og í dag hin sami, og um allar ævir.” Hebr. 13:8

Verið vælkomin í Oasuna, Kirkjustræti 4 í Hoyvík.