Pathfinder ? slóðbrótari

Nissan Fathfinder eru væl kendir úr USA, har teir fingu góða móttøku og eru nógv seldir. Nú verða teir eisini gjørdir í Evropa og seldir á evropeiska marknaðinum. Pathfinder er ein 7 persóna SUV

Í ensku orðabókini stendur, at Pathfinder merkir stifinder ella pionérur, og í donsk/føroysku orðabókini stendur, at stifinder merkir t.d. leiðvísari ella slóðbrótari.
Hjá Nissan merkir tað, at Pathfinder bæði er ein slóðbrótandi bilur, og at hann eisini kemur væl fram uttan fyri vanliga koyrivegin.
Fyrr vóru jeepar og persónbilar heilt hvør sítt og gjørdir til hvør sítt endamál, men nógvir av nýggju SUV-frítíðarbilunum, sum eru sera væl umtóktir og fáa alt meira fótafesti her um okkara leiðir eins og í USA og Kanada, eru ein heppin sameining av "off-roadarum" og luksus-stationvognum. Nissan Pathfinder er ein av hesum bilum.
Pathfinder er faktiskt ein Nissan X-Trail í størri útgávu við upp til sjey sitiplássum. Tað er sum at koma inn í ein av stóru luksusbilunum, alu-look á intrumentborðinum og gardanboksini, og alt er merkt av gjøgnumførdum kvaliteti.
Innrættingin er sera liðilig, og nógvir møguleikar eru við setrunum. Bilurin kann nýtast bæði sum 7-persónabilur og sum vøru-bilur við 2.200 litra viðførisrúmi, tá baksetrini eru løgd niður.
Motorurin er ein nýggjur 2,5 litur diesel við beinleiðis common-rail innspræning og 174 hk. Motorurin er kvikur og umhvørvisvinarligur. Bæði 6-trins girkassin við manuellum girum og automatiski girkassin eru nýggir. Seinni kemur Pathfinder við einum 4,0 litur V6 bensinmotori við 269 hk. Hetta er sami motorur, sum er í sportvogninum Nissan 350Z.
Pathfinder er ein 4x4 við somu fýrahjólsskipan sum Nissan X-Trail, men hesin hevur eisini reduduktiónsgir til koyring í brattlendi. Undir koyring á góðum vegi verður bilurin einans drivin av bakhjólunum, hetta fyri at spara brennievni.
Við eini fríhædd upp á 23,8 cm er bilurin høgur frá vegunum og klárar seg avbera væl uttan fyri vanliga koyrivegin.
Á trygdarøkinum og við útgerð annars er Pathfinder er væl fyri, hann fæst við t.d. ESP, antispinn, 6 airbag, pløguspælara, el-síðurútar, el-síðuspegl, aircon-dition, bakki-kamera, el-stilling av forsetrunum og ferðpilot. Prísirnir byrja við kr. 419.000 fyri persónbilin og 313.000 fyri vøruvognin.
????
Nissan Pathfinder SE 2,5 DCI aut.
v. útgerðspakka
Motorurin:2,5 litur 4 syl. diesel 174 hk
v. common rail innspræning
0-100 km/t:12,3 sek
Oljunýtsla:11,1 km/l
Dekkstødd:255/65-17
Stødd og vekt
Longd474,0 cm
Breidd185,0 cm
Hædd186,5 cm
Eginvekt:2.132 kg
Viðførisrúm:
Prísurkr. 540.000,- v.automatgir
(vøruvognur kr. 389.000, v. mvg)
SøluumboðP/F Meinhardt Arge
v. Oyggjarvegin
FO-100 Tórshavn
Tel. 345400
www.bilarge.fo