Patio broytir konsept

Nú summarsesongin er av, fer Patio á Niels Finsensgøtu í Havn at virka sum cocktailbarr um vikuskiftini Kaféin, ið annars hevur havt opið hvønn dag, fer nú bert at hava fast opið fríggjakvøld og leygarkvøld. Tó fer Patio ikki hava fullkomiliga stongt hinar dagarnar.

- Summarið er farið afturum, og vit vilja gjarna royna eitt nýtt konsept í heyst og vetur. Vit hava lagt til merkis ein øktan fyrispurning frá fólki eftir møguleika at leiga staðið til ymisk smærri tiltøk, og hetta vilja vit gjarna royna. Tað eru sum so ikki nógv smærri støð í býnum, ið til ber at leiga til ein lítlan føðingardag, eitt bókakvøld, ein barnadóp ella tílíkt. Tí fara vit at fokusera uppá cocktailbarr við góðum tónleiki fríggjakvøld og leygarkvøld, og so geva vit fólki møguleika at leiga staðið hinar dagarnar, sigur Sigrun Davidsen, dagligur leiðari á Patio.

- Tað er ikki nakað stórt konserthøli, vit hava at bjóða, men har er góður møguleiki fyri at skapa nakrar góðar og intimar konsertir. Vit bjóða hølini ókeypis til tónleikararnar, men teir skulu sjálvir skipa fyri marknaðarføring og á tann hátt áhoyrarum. Á henda hátt kann man vera við til at betra um karmarnar fyri tónleikalívið ? í øllum førum eitt sindur? sigur Sigrun.