Nú eru góð tíðindi at frætta hjá Beatles fjepparum. Bt.dk skrivar í dag, at Paul McCartney helst er ávegis til Danmarkar.
Bt.dk skrivar, at sambært álítandi keldum innan konsertheimin í Danmark, berjast fleiri konsertfyrireikarar í løtuni við at fáa Paul McCartney til Danmarkar í summar. Konsertin verður sambært heimasíðuni antin í Parkini ella onkustaðni uttandura í Jyllandi.
Nýgifti Paul McCartney er júst á rundferð kring Evropa. Leygardagin spælir hann í Globe í Stokkhólmi.
-Tað er rætt, at Barrie Marshall, sum er umboðsmaðurin hjá Paul McCartney, hevur lýst við einari Evroparundferð næsta ár, sum konsertfyrireikarar kunnu bjóða uppá, sigur ein kelda við bt.dk.
Hann spælir í USA fyrst í komandi árið, og kemur so hendan vegin í vár og summar. Keldan váttar fyri bt.dk, at í øllum førum tveir konsertfyrireikarar í Danmark hava bjóðað uppá McCartney.
Tó verður sagt, at tað er ivasamt um hann kemur, tí hann er sera kostnaðarmikil. Tó megnar hann uttan iva at fylla konsertirhøllirnar.