Paul Scholes leggur eftir grátandi Liverpool leikarum

Eg haldi aldrin eg havi grátið á einum fótbóltsvølli. Ella kanska tá eg var 11 ella 12 ár, sigur fyrrverandi Manchester United leikarin, Paul Scholes

Paul Scholes er í dag úti við stórum atfinningum mótvegis Mohamed Salah, Daniel Carvajal og Loris Karius eftir Champions League finaluna leygarkvøldið, sum allir fóru at gráta undir dystinum millum Liverpool og Real Madrid.

 

Paul Scholes upplivdi sjálvur at missa eina Champions League finalu í 1999, tá hann fekk leikbann aftaná seinnu hálvfinaluna eftir at hava fingið ov nógv gul kort. Men at gráta um tað, hugsaði enski miðvallarin ongantíð um.

 

-       Hvat skuldi tað hjálpt at byrja at grátið um at mist dystin? Eg var sjálvandi ógvuliga skuffaður um at missa finaluna í 1999, men at gráta var aldrin ein møguleiki. Eg haldi ikki at eg havi grátið á einum fótbóltsvølli síðani eg var 11 ella 12 ár, tá vit taptu eina steypafinalu, sigur Paul Scholes.

 

Tó skilir Paul Scholes best avgerðina hjá Loris Karius um at hava grátið í finaluni. Men at Mohamed Salah og Daniel Carvajal fóru at gráta, skilir fyrrverandi enski miðvallarin als ikki.

 

-       Eg skilji at Loris Karius var sundurknústur aftaná Champions League finaluna aftaná tað sum hendi, men hjá hinum báðum var talan um skaðar. Skaðar eru ein partur av spælinum, og tað kann henda fyri allar. Um man fer nøkur ár aftur í tíðina og sá nakran gráta á einum fótbóltsvølli tá, so høvdu viðkomandi leikarar av álvara hoyrt fyri tað, sigur Paul Scholes, sum staðfestir at nógv er broytt í fótbólti.