Paul Watson ger gjøldur við løgmanni

Í støðu síni á Facebook í gjár leggur Paul Watson út mynd av løgmanni Kaj Leo Johannesen saman við mynd av uppspunna persóninum Quark frá Star Trek, og samanber teir báðar.

Í støðu síni á Facebook í gjár leggur Paul Watson út mynd av løgmanni Kaj Leo Johannesen saman við mynd av uppspunna persóninum Quark frá Star Trek, og samanber teir báðar.

 

Paul Watson skrivar í støðu síni eitt sindur um at Føroyar, sum ikki eru í ES, men fáa stuðul frá ES uppføra seg sum vánaligir grannar mótvegis Danmark, Hollandi og Stóra Bretlandi við tað at Føroyar hava tikið meir enn sín lut í fiskakvotuni og eisini hava tikið brúk av ukrainska og russiska marknaðinum, hóast boykottið frá ES.

 

Paul Watson sigur at hetta er gyltur møguleiki hjá Sea Shepherd at fáa ES at steðga við peningaveitan til føroya sum afturløn fyri, at Føroyar halda á við at nokta at gevast við grindadrápi.

 

Síðani samanber Watson foyroynigar við sjálvsøknu Ferengi rasuna í sendingini Star Trek.