Paul Watson seinkaður

Sea Shepherd hevur broytt tíðarætlan soleiðis, at "Operation Grindstop 2000" nú ikki byrjar fyrr enn í komandi mánaði

Rúnar Reistrup


Okkurt bendir á, at alt ikki gongur eftir ætlan hjá sokallaða umhvørvisverndarmanninum Paul Watson. Fyrr í ár boðaði hann og felagsskapur hansara Sea Shepherd frá, at skipið "Ocean Warrior" var væntandi í Føroyum í juni mánaði í sambandi við "Operation Grindstop 2000", sum hevur til endamáls at fáa føroyingar at gevast at drepa grind.

Men nú er juni mánaði meira enn hálvliðin, og einki tekin er um at Sea Shepherd skipið er á veg hendanvegin enn.

Á heimasíðuni hjá felagsskapinum er einki nýtt tilfar komið um "Operation Grindstop 2000" síðan 1. mei, og har tað fyrr stóð at herferðin skal fara fram í juni/juli, stendur nú juli/august.