Pauli ógvuliga ivasamur

Á Skála krossa tey fingrar fyri, at liðformaðurin, Pauli G. Hansen, verður tøkur til dystin í kvøld, og í Klaksvík taka tey ikki nakað fyri givið, hóast teir bláu eru framman fyri við trimum málum, tá dysturin byrjar


Skála hevur akkurát onki at spæla fyri tað sum eftir er av landskappingini, meðan KÍ framvegis hevur møguleika at fáa bronsu. Sambært stigatalvuni eru klaksvíkingar 13 stig betri enn Skála, og tað eru eisini teir bláu, sum hava nógv tey betru kortini á hondini til dystin í kvøld.
KÍ-liðið er so at siga fullmannað. Einasti leikarin, sum ikki fær verið við, er Harley Bertholdsen, sum hevur verið úti í eina tíð.
Tá Petur Reinert bríkslar í gongd í Klaksvík klokkan hálvgum seks í kvøld, eru klaksvíkingar á odda við trimum málum, so teir hava longu nú tikið eitt stórt fet móti finaluni.
Kortini tekur KÍ onki fyri givið og taka teir uppgávuna í fullum álvara, verður sagt úr Klaksvík.
 
Vanta tvær leikarar
Á Skála trúgva tey framvegis uppá, at teirra lið kann røkka finaluni. Mottoið hjá skálamonnum plagar at vera, at teir spæla fyri at vinna, og í so máta er dysturin í kvøld onki undantak.
Munurin í kvøld í mun til aðrar dystir er, at í kvøld spælir Skála fyri at vinna við minst fýra málum. Tað verður trupult ásanna tey, men ikki ómøguligt.
Bárður Danielsen hevur givið avboð til dystin. Hann fór út við skaða í dystinum móti GÍ, og tey rokna ikki við, at hann spælir aftur í ár.
Ein annar maður, sum eisini hevur verið skaðaplágaður, er liðformaðurin Pauli G. Hansen. Hann noyddist út við skaða í fyrra hálvfinaludystinum móti KÍ, og var heldur ikki við í Gøtu um vikuskiftið. Tað er ivasamt, hvørt hann er førur fyri at spæla í kvøld, men av Skála verður sagt, at tey rokna við, at Pauli tekur kjansin og spælir í kvøld, tí nú Skála hevur onki annað enn steypakappingina at spæla fyri, og har vilja teir koma so langt sum gjørligt.
So hóast stóra málmunin, er spenningurin ikki heilt burtur í dystinum, sum er settur at byrja kl. 17.30.