Pauli Høj og liðfelagarnir hava skrivað søgu

Fyri fyrstu ferð í søgu felagsins fer Bergsøy at spæla í bestu norsku hondbóltsdeildini

Mynd: Sunnmøresposten

Pauli Høj og liðfelagarnir í Bergsøy hava skrivað søgu. Fyri fyrstu ferð skal Bergsøy royna seg í bestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Í REM Arena høllini í Fosnavåg tryggjaði Bergsøy sær uppflytingina til bestu deildina við at vinna ein knúsandi 44-26 stórsigur á Kragerøy. Í steðginum var heimaliðið á odda 19-10.

 

Pauli fekk tríggjar málmøguleikar og hann setti allar í netið.

 

Bergsøy vinnur deildina við 46 stigum. Viking TIF endaði á 45 stigum, og Bodø er nummar trý við 41 stigum. Viking TIF og Bodø skulu spæla Play Off dystir um uppflyting.

 

##med2##

 

Mynd: Sunnmøresposten

Familjan var og stuðlaði Paula og liðfeløgunum (Mynd: Sunnmøresposten)