Pauli Høj og liðfelagarnir í Bergsøy vunnu seinnapartin tíggjumálssigur í útidysti í næstbestu norsku hondbóltsdeildini.
Í høllini í Skien vann Bergsøy í málríkum dysti 39-29 á Grenland. Tað lá serliga væl fyri hjá Bergsøy, ið var á odda 18-10 í steðginum.
Pauli var effektivur í dag. Hann skoraði fýra mál upp á fýra málroyndir, og hann legði eisini upp til eitt mál (assist).
Bergsøy er fremst í deildini við 24 stigum. Viking TIF hevur eisini 24 stig á øðrum plássinum. Bodø er triðfremst við 21 stigum, so talan er um eitt hart uppflytingarstríð.
Komandi sunnudag klokkan 15 hevur Bergsøy dyst á heimavølli móti Nordstrand.











