Pauli Høj og liðfelagarnir í Bergsøy spældu í dag dyst á heimavølli í næstbestu norsku hondbóltsdeildini.
Í REM Arena høllini í Fosnavåg eydnaðist tað Bergsøy at vinna trygt 35-29 á Nordstrand. Í steðginum var heimaliðið frammanfyri við fimm málum, 19-14.
Pauli var sera effektivur í dag. Hann fekk seks málroyndir, og hann setti allar í netið. Petter Nygaard Eikrem var við níggju málum toppskjútti hjá Bergsøy.
Bergsøy er fremst í deildini við 26 stigum. Viking TIF á øðrum plássinum hevur sama stigatal. Bodø er nummar trý við 23 stigum.
Komandi sunnudag klokkan 16 spælir Bergsøy dyst á útivølli móti Ryger Stavanger.











