PC-Cafè á veg í Havn

Fyrst í næsta mánað fer ein nýmótans PC-Cafè at lata dyrnar upp í miðbýnum í Havn. Á cafeini verða ikki færri enn 18 teldur umframt tvær Play-Stations

Tey, sum hava ferðast nógv uttanlanda og eru køn innan teldur, kenna óivað væl til fyribrigdið PC-Cafè.

Nógvar slíkar cafeir finnast uttanlanda, og tær eru sera væl umtóktar millum ungfólk í øllum heiminum. Á eini vanligari PC-Cafè finnast fleiri teldur við atgongd til internetið og spøl, sum ein so kann leiga sær í ein tíma ella fleiri. Á henda hátt er tað møguligt hjá ungfólki, sum ikki hava ráð til eina teldu sjálvi, at sleppa at ?surfa? á internetinum, ella til dømis spæla okkurt spæli ímóti trimum av vinfólkunum samstundis.

Í næstum fer so ein slík PC-Cafè at lata dyrnar upp í Havn. Cafèin, sum fer at hava navnið OrBits, fer at halda til á aðru hædd á Tinghúsvegi 40, har Rokkjallarin heldur til í veghæddini.

Tað eru bæði privatpersónar og vinnulív, sum standa aftan fyri cafèina. Fýra mans við nógvum royndum innan telduarbeiði hava tikið stig til caféina, og eitt samstarv millum teir fýra og so Formula Xerox ger, at møguleiki er fyri at lata OrBits upp. Hevði Fomula Xerox ikki verið við í tiltakinum, so hevði verið ógjørligt at gjørt OrBits til veruleika, siga stigtakararnir við Yngd. Formula Xerox stendur fyri bíleggingini av teldum, telduspølum og forritum annars, og á henda hátt hevur PC-Caféin útvegað sær útgerðina fyri ein rímuliga bíligan pening.

Teir, sum standa aftan fyri OrBits, siga við Yngd, at teir hava arbeitt við hugskotinum síðani einaferð í september mánaða seinasta ár. Hugskotið hava teir sjálvsagt fingið frá líknandi støðum í útlondum, og orsøkin til, at teir fóru at gera álvara burturúr hugskotinum, er, at teir allir fáast nógv við teldur í frítíðini, so hví ikki brúka hesa frítíð til okkurt gagnligt við teldum.


Nógvar og stórar teldur

Nýggja PC-Cafèin fer at verða væl útgjørd. Einar tíggju teldur verða, sum fara at verða brúktar til internetið. Hesar fara at hava ein ?processor?, sum er antin 400 ella 450 Mhz, og tey, ið eru køn innan teldur, vita, at hetta ger teldurnar rættuliga skjótar. Haraftrat koma teldurnar at hava øll tey neyðugu forritini, sum hugsast kunnu.

Spæliteldurnar fara at hava eitt lítið sindur minni ?processor?, nevnliga ein við umleið 350 Mhz. Spæliteldurnar verða átta í tali at byrja við, og tær verða settar soleiðis upp, at fýra teldur eru savnaðar við eitt stórt borð. So kunnu eitt nú fýra vinfólk fara og leiga sær hesar teldurnar, og tann næsta tíman ber so til hjá teimum at sita og dystast móti hvørjum øðrum í onkrum telduspæli, tí teldurnar verða samanbundnar.

Tvær Play-Stations fara eisini at verða í hølunum hjá OrBits, og hesar eru serliga ætlaðar yngru gestunum, sjálvt um tey eldru eisini eru vælkomin til at leiga hesar.

Onkur hevur kanska hug til at spyrja, hvat fyri spøl, ið møguleiki verður fyri at spæla á spæliteldunum hjá OrBits. Til hetta er at siga, at øll tey best umtóktu og nýggjastu spølini verða á teldunum. Teir, sum standa aftan fyri OrBits, hava útvegað sær Top 10 listarnar frá fýra donskum PC-Cafèum. Á henda hátt ber til hjá teimum at síggja, hvat fyri spøl eru best umtókt í Føroyum, og tískil kunnu teir eisini bíleggja spøl eftir hesum listunum. Øll spølini, sum eru á teimum fýra listunum, verða á teldunum hjá OrBits.

Fyri at tey, sum sita við teldurnar inni á OrBits, ikki skulu órógva hvønn annan, verða allar teldurnar útgjørdar við oyramikrofonum, so at brúkarin sjálvur kann hoyra ljóðið av spælinum ella av internetinum, meðan hini, ið eru inni í hølunum, einki hoyra til hetta.

Tað skal eisini sigast, at teldurnar ikki bert verða leigaðar út til at ?surfa? ella spæla við, tí stigtakararnir hava eisini í umbúna at skipa soleiðis fyri, at teldurnar eisini kunnu brúkast til eitt nú skúlabrúks, skriva umsóknir ella annað privat, ið ein hevur tørv á.


Skipa fyri ymiskum tiltøkum

Sum vit eisini kenna tað aðrastaðnis frá, so ber nýggja PC-Cafèin við sær, at betri umstøður verða til at skipa fyri ymiskum óalmennum føroyameistaraskapum í ymiskum telduspølum, og er hetta eisini nakað, sum stigtakararnir til OrBits hava í umbúna at skipa fyri.

Hesar kappingar verða skipaðar á tann hátt, at luttakararnir kunnu spæl hvør móti øðrum, og slíkt kann taka drúgva tíð, so ikki er óhugsandi, at ein slík kapping kann strekkja seg yvir eitt heilt vikuskifti, alt eftir hvussu nógvir luttakarar eru í kappingini.

At PC-Cafèin fer at geva bæði einstaklingum og fyritøkum góðar umstøður til at hava ymiskt skeiðvirksemi er eyðsæð. OrBits fer væntandi bert at hava opið frá klokkan fýra seinnapartin til klokkan ellivu á kvøldi. Tískil fer eitt stórt høli við 18 nýmótans teldum at standa tómt ein stóran part av arbeiðsdegnum, og hetta gevur eitt nú vinnulívinum og almennum stovnum upplagdar møguleikar at skipa fyri ymiskum telduskeiðum fyri starvsfólki sínum.


Brúkararnir skulu verða limir

Fyri at man skal kunna leiga sær eina teldu í ein tíma ella so í OrBits, krevst at man er limur. Hetta verður gjørt, tí at man á tann hátt hevur nógv betur eftirlit við, hvat ið fer fram í hølunum, og hetta fer eisini at gera tað møguligt hjá limunum at fáa avsláttur, tá ið teir hava leigað eitthvørt so og so ofta.

Stigtakararnir til OrBits siga við Yngd, at teir ætla at seta eitt aldursmark á, so at ikki alt ov ung børn sleppa fram at teldunum. Hetta verður gjørt, tí at rættuliga nógv av telduspølunum eru ógvuslig, og hóast stigtakararnir ikki meta, at børn taka skaða av slíkum spølum, tí tey duga at skilja ímillum veruleika og telduspæl, so vilja teir fegnir hava eitt aldursmark, so at foreldrini eisini kunnu hava ein tryggleika í tí.

Ein møguleiki er tó eisini tann, at hølini verða opin fyri yngri børnum tíðliga um dagin, og at tey tá hava atgongd til spøl, sum eru serliga ætlaði teimum yngru børnunum.

Ætlanin er eisini at gera umhvørvið í OrBits so mikið hugnaligt, at einum ikki nýtast at sita við eina teldu fyri at tíma at verða inni í hølunum. Í einum horni av rúminum verður nakrar sofur og eitt sjónvarp, sum verður knýtt til eina parabol. Tískil kunnu brúkararnir fara eina løtu frá telduskíggjanum og seta seg framman fyri ein annan skíggja. Somuleiðis verður eisini ein lítil køkur, har man kann keypa tað vanliga góðgæti, umframt kaffi, cola og tað sum har til hoyrir.

Veggirnir inni í hølunum verða málaðir við motivum úr ymiskum telduspølum, so sum Duke Nukem, Doom, Diablo og hvat tey øll eita.


Bert pláss fyri einari

Stigtakararnir til OrBits siga við Yngd, at teir meta tað bert verða pláss fyri einari slíkari PC-Cafè í Havn. Tó so, ikki er óhugsandi, at eftir at OrBits hevur staðið sína roynd, so kann væntast eitt líknandi stað í eitt nú Klaksvík, Suðuroy ella Eysturoynni.

Hvussu so verður ella ikki, so verður tað spennandi at fara á vitjan, tá ið Føroya fyrsta PC-Cafè letur dyrnar upp í komandi mánaða.