Fyrrverandi enski landsliðsspælarin Stuart Pearce hevur seinnu árini vant U21 landsliðið hjá Onglandi, og hetta starv skal hann framhaldandi hava. Enska fótbóltssambandið og Pearce eru samd um, at Pearce heldur fram sum U21 landsliðsvenjari fram til 2011. Sambært heimasíðuni hjá UEFA hevur Fabio Capello, sum venur enska a-landsliðið, sjálvur biðið Pearce halda fram á U21 landsliðnum.