Fasti Gerðarrætturin hevur tikið avgerð um, at lýsti arbeiðssteðgurin hjá Føroya Pedagogfelag er óheimilaður
Hóast Pedagogfelagið í gjár lýsti við arbeiðssteðgi í dag kl 11, sum m. a. hevði ta fylgju, at hundraðtals børn, ið høvdu glett seg til jólahald og jólamenn og at sleppa í kirkju at hoyra um gleðiboðskapin, so var úrslitið, at jólahugni og jólaevangelium varð avlýst ? og at børnini heldur mugu sita heima hjá ommum og abbum ella foreldrum, sum tí ikki sluppu til arbeiðis ? so mugu pedagogarnir kortini til arbeiðis, tí lýsti arbeiðssteðgurin var óheimilaður.
Tað hevur Fasti Gerðarrætturin tikið avgerð um.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið heitir á øll kommunalu starvsfólk innan samráðingarøkið hjá Føroya Pedagogfelag, um at halda áfram við dagliga arbeiði sínum.
Somuleiðis heitir Kommunala Arbeiðsgevarafelagið á Føroya Pedagogfelag um, at koma aftur til samráðingarborðið, sum teir fóru frá.
Hvussu verður við øllum avlýstu jólahaldunum og kirkjugongdunum hjá dagstovnunum í dag, er eingin fráboðan komin um enn.
Formaðurin í pedagogfelagnum, Jarvin Feilberg Hansen verður at hoyra á Rás 2 kl 11, og har frætta vit helst meira um støðuna.