Pedagogfelagið heldur hánt um avgerðina hjá KAF at kortini rinda fulla løn fyri desembur mánað.
- Siðvenja er, at avroknað verður aftaná, sigur Pedagogfelagið, sum heldur, at tað var einans eftir samfelagsligt trýst, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, við Anniku Olsen, borgarstjóra í Havn á odda, at enda valdi at rinda pedagogunum løn allan desembur mánað.
Fyrr í dag hevur Tórshavnar kommuna annars rinda pedagogunum 13/31 av lønini fyri desembur, tað vil siga fyri tíðina, áðrenn verkbannið varð lýst. Hetta tulkar Pedagogfelagið sum at hon longu tá hevði avgjørt, at verkfallið skal vara til langt út í januar.
Pedagogfelagið endurtekur kortini sítt ynski um at sleppa aftur til samráðingarborðið – um mótparturin er sinnaður at koma við einum líkinda tilboðið.
- Hvar er uppskotið til ein betri løn til námsfrøðingar, sum: "fyri eina 4 ára langa útbúgving er løn teirra beinleiðis niðurgerandi". Hvar eru íløgurnar í kvinnurnar og fólkið, ið býr her á landi, spyr Pedagogfelagið.
- Ímeðan lands- og kommunukassar eru um at bresta í meirinntøkum, og politikarar klappa hvørjum øðrum á ryggin fyri størstu íløgum landsins nakrantíð, so sita tey lágløntu og venda krónunum, sigur felagið víðari.
Felagið vil eisini vera við, at handan leiktjøldini trýstir og hóttir Annika Olsen felagið og limir tess við óhoyrdum stigum í samband við lønarsamráðingarnar.
- Tú kann ikki trýsta limirnar í Føroya Pedagogfelag, er heilsar teirra til borgarstjóran í Havn.