Eingin sáttmáli er í løtuni millum Pedagogfelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin, tí á midnátt gekk sáttmálin út.
Samráðst hevur verið í meira enn ein mánað, men seint í gjárkvøldið kom stígur í samráðingarnar millum partarnar, sum fóru hvør til sítt, uttan at talan tó var um eitt beinleiðis slit í samráðingunum.
– Eg fái ikki sagt, hvat tað er, vit ikki kunnu semjast um, men eg havi yvirhøvur sæð ljóst upp á vánirnar fyri at fáa nýggjan sáttmála, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum.
Felagið hevur tveir sáttmálar og eina avtalu við tað almenna: Ein við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið um pedagogarnar, ein við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið um pedagogisku hjálparfólkini og ein við Fíggjarmálaráðið um tænastumannasettu pedagogarnar.
Hoyr samrøðu við Maud Wang Hansen við at trýsta á pílin undir myndini.